Tíðindi
20.08.2025
Tað er ikki eindømi fyri skúlaleiðslur, at tað ikki verður boðað frá øllum tilburðum, kanska serliga teimum tilburðum, sum eru av sálarligum slagi. Tað heldur Vagn Foldbo, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum.
- Tann sálarligi skaðin er ikki líka ítøkiligur ella eyðsæddur alt fyri eitt, sum tann fysiski. Við nýggju kunngerðini um sálarliga arbeiðsumhvørvið hugsi eg, at tað natúrliga verður størri fokus á týdningin at boða frá slíkum tilburðum. Undir øllum umstøðum hevur tað týdning at taka kunngerðina í álvara. Øll vilja vit hava eitt arbeiðspláss, har sálarliga umhvørvið er gott og trygt.
At lærarar kunnu hava lyndi til at lítilsgera tilburðir, teir eru fyri í skúlanum, sum formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum lýsir í samrøðu í Skúlablaðnum, kennir Vagn Foldbo aftur frá tíð síni sum skúlastjóri.
- Tað kann vera trupult at viðganga og liva við at hava verið fyri einum tilburði í skúlanum, har næmingur ella foreldur hevur gjørt seg inn á teg. Er lærari fyri einum tilburði, er skilagott at spyrja viðkomandi um støðuna, tá ið ein tíð er farin; ofta kann ein reaktión vísa seg alt fyri eitt, men eftir eina viku ella tvær kann reaktiónin vera ein onnur. Tað kann hava nakað við stoltleikan hjá læraranum at gera, hvussu lærarin reagerar, og tað er óivað enn eitt sindur tabulagt at vera fyri, at onkur ger seg inn á teg, meðan tú ert til arbeiðis.
Les alla samrøðuna við Vagn Foldbo í Skúlablað nr 4, 2025.