Tíðindi

Summi orð eru ljós

Væntandi verður uppskot um at styrkja tvílæraraskipanina, fækka undirvísingartímarnar og broyta tíma- og lærugreinabýtið í fólkaskúlanum lagt fyri Tingið í komandi tingsetu. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í røðu síni fyri løtu síðan.

29.07.2024

Fólkaskúlin fekk nøkur orð í ólavsøkurøðu løgmans í dag. Hann segði:

“Dagstovna- og skúlaøkið verða raðfest. Dagstovnalógin skal endurskoðast, og tilmælini um at broyta fólkaskúlalógina verða nú sett í gildi. Frá komandi skúlaári verða í mesta lagi 22 næmingar í 1. flokki. Vit arbeiða við tvílæraraskipan, at fækka undirvísingartímarnar og broyta tíma- og lærugreinabýtið. Væntandi verður tað lagt fyri Tingið í komandi tingsetu.

Og tað verður eitt stórt framstig, um vit fáa fartelefonirnar úr fólkaskúlunum. Hóast skíggjar eru hentir, er tað væl prógvað, at teir minka um evnini at hugsavna seg, tilknýtið til onnur og sálar- heilsuna. Alt tað, sum vit vilja menna í skúlanum.

Øll skúlastýri orða í løtuni reglur um telefonnýtslu í skúlanum."

Les alla røðuna her: https://landsstyri.cdn.fo/savn/ol0l4gf3/olavssoekufragreiding-loegmans-2024.pdf?s=fMYE_YhEjoEIKxDZdjzV6pUp5yE


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni