Tíðindi
04.06.2025
Nú nærkast summarið, elstu næmingarnir eru lidnir við skrivligu próvtøkurnar, og í summum førum eru munnligu próvtøkurnar so smátt farnar í gongd. Hetta er ein hugnalig tíð. Næmingarnir gleða seg til próvhandan, ímeðan flestu yngru næmingarnir so smátt eru farnir at tosa um summarferiu. Ljóst er mest sum allan sólarringin, so trupult er at fara hampiliga til songar, og tí síggja vit ofta svøvntung eygu fyrst á morgni.
Hetta er eisini tíðin, tá týdningarmikil partur hjá skúlaleiðslum skal fáast frá hondini. Starvssetanir eru í nógvum skúlum. Undirvísingin í ymisku árgangunum skal leggjast til rættist, herundir er avgerð um, hvussu nógvar tímar ymsu árgangirnir skulu hava í ymisku fakunum. Sjálvandi er eisini gott, um tímatalvuarbeiðið til komandi ár so smátt er við at koma upp á pláss.
Samstundis er hetta tíðin, tá leiðslur saman við lærarunum hava møguleika at gera tillagingar í arbeiðinum. Arbeiðsumhvørvispolitikkurin, sum kann lesast á fmr.fo, vísir á týdningin at hava ávirkan á egnar arbeiðsuppgávur. Arbeiðsuppgávurnar í skúlanum eru undirvísing, so sjálva arbeiðsuppgávuna kenna vit øll. Tað er tó stórur munur á undirvísingararbeiðinum, um fakið er handaligt, hugvísindaligt ella náttúruvísindaligt.
Arbeiðsumhvørvispolitikkurin er umfatandi. Her eru bæði fysiska og sálarliga arbeiðisumhvørvið umrøtt. Eitt gott arbeiðsumhvørvi hevur millum annað hesi eyðkenni:
· Ávirkan á egnu arbeiðsuppgávur
· Møguleiki, í tann mun tað ber til, at velja, hvussu uppgávur verða loystar
· Sínámillum virðing
· Samstarv við leiðslu og starvsfelagar byggir á frítt, uppbyggjandi, javnbjóðis samskifti við lítargóðari sínámillum kunning
Skal lærarin hava ávirkan á egnar arbeiðsuppgávur, so liggur stórur partur av hesum í hvørjum flokkum og fakum, tann einstaki lærarin undirvísir í. Sjálvandi er tað ikki soleiðis, at tað er frítt val á øllum hillum. Men um skúlaleiðslur ynskja eitt gott arbeiðsumhvørvi hjá einstaka læraranum, so er eitt uppbyggjandi, javnbjóðis samskifti av stórum týdningi.
Samstundis, sum leiðslur hesa tíðina á árinum hava nógvar bóltar í luftini, so hevur tað stóran týdning, at samskiftið við einstaka læraran er gott, soleiðis, at arbeiðsuppgávan hjá læraranum komandi skúlaár kennist góð. Tímatalvuarbeiðið hevur stóran týdning fyri arbeiðsviðurskiftini hjá læraranum. Hendir tað, at lærari hevur fak, ið kennast tung, so vísir tað seg ofta at vera trupult at gera nakra broyting í inniverandi skúlaári.
Tí hevur tað stóran týdning, at skúlaleiðslur í neyðugum samstarvi við lærararnar, leggja arbeiðið væl til rættis, soleiðis at tað gagnar øllum, sum har ganga.