Tíðindi

Sum meginregla ikki loyvt at brúka fartelefon í skúlanum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sendi herfyri uppskot um at gera broyting í kunngerðini um skilhaldsreglur í skúlatíðini. Føroya Lærarafelag tekur undir við, at tað verður sett í kunngerð, at næmingar sum meginregla ikki nýta fartelefon í skúlanum.

05.06.2024

- Samskiftið millum næmingar og millum næmingin og læraran er grundleggjandi broytt við talgildu samskiftispallunum, og virðiligt samskifti er grundleggjandi í einum góðum skúladegi. Við nýggju og broyttu møguleikunum at samskifta, bæði við tey, sum eru hjástødd, og á netinum, er tað enn meira týðandi, at næmingarnir hava í huga, at tey eiga at samskifta virðiliga. Við hesum í huga er tíðin komin, at virðiligt samskifti eisini verður sett í kunngerðina um at fremja gott skil við næmingar í skúlatíðini, sigur Lærarafelagið í hoyringarskrivinum.

Men hvussu strong skal kunngerðin vera? Lærarafelagið mælir til at broyta eina orðing í uppskotinum, soleiðis at tað kemur at standa: Næmingar skulu sum meginreglu ikki nýta fartelefon í skúlatíðini. Undantøk eiga at vera í sambandi serligar umstøður hjá næminginum og undirvísingarstøður, har lærarin metir, at fartelefon er hent. Um næmingurin hevur serligan tørv, ið ger, at næmingurin hevur tørv á telefonini í skúlatíðini, so eigur næmingurin at hava rætt til at nýta fartelefonina í skúlatíðini. Felagið mælir til orðingina “í sambandi við serligar umstøður hjá næminginum” heldur enn “í sambandi við sjúku”. Tað eru eisini aðrar umstøður enn sjúka, ið gera, at næmingurin eigur at hava rætt til at nýta fartelefonina í skúlatíðini. Sum dømi kann støðan hjá einstøkum næmingum vera tann, at næmingurin er so ótryggur í eitt tíðarskeið, at fartelefonin er einasti uggin ella trygga sambandi við heimið, sum ger, at næmingurin megnar at koma í skúla.

Tað kunnu vera undirvísingarstøður, har fartelefonina er hent og góð, og tað eigur kunngerðin at leggja upp fyri, heldur Lærarafelagið.

- Tá lærarin metir, at fartelefonin er hent í undirvísingini, so er tað mangan frá eini undirvísingarstøðu til aðra, at metingin best verður gjørd. Sum dømi kann lærarin í undirvísingarstøðuni gera av, um næmingarnir skulu nýta Sprotan á fartelefonini, um flokkurin skal fara út at taka myndir av blómum ella fuglum við fartelefonini, tí nú skínur sólin, og veður er at fara í fjøruna, ella tí at næmingarnir skulu nýta eina app á fartelefonini til undirvísingina. Vit mæla til, at einstaki lærarin eigur frælsi at gera metingina, nær fartelefonin er hent í undirvísingini, tí at tað er lærarin, sum best kennir undirvísingina og sínar næmingar. Tí er tað eisini lærarin, sum hevur bestu førleikarnar og umstøðurnar at taka røttu avgerðina, um fartelefonin nú er hent í  undirvísingarstøðuni.

Í uppskotinum, sum er sent til hoyringar, stendur, at skúlaleiðarin veitir skúlastýrinum ráð í arbeiðinum at gera reglur. Lærarafelagið heldur, at námsfrøðiliga ráðið eigur at verða skoytt uppí, soleiðis at tað fer at standa, at skúlaleiðarin og námsfrøðiliga ráðið veita skúlastýrinum ráð í arbeiðinum at gera reglur, og at næmingaráðið skal hava uppskotið til reglur til ummælis.

- Vit taka undir við, at tað er ásett, at skúlaleiðarin veitir skúlastýrinum ráð í arbeiðinum at gera reglur. Vit mæla eisini til, at tað verður ásett í kunngerðini, at námsfrøðiliga ráðið gevur skúlastýrinum ráð í arbeiðinum at gera reglur. Námsfrøðiliga ráðið, sum eru lærararnir í skúlanum, hava bæði fakliga førleikan og kenna umstøðurnar í skúlanum til at geva bestu ráðini, ið hóska til einstaka skúlan. Tað er eisini so, at um lærararnir í skúlanum eru við í arbeiðinum at gera reglur fyri skúlan og kenna seg aftur í reglunum, so eru bestu umstøðurnar fyri, at reglurnar koma at tæna sínum endamáli.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.