Tíðindi
23.06.2025
Tað eru fimtan ár síðan, at lesivegleiðararnir fingu prógv. Síðan eru fleiri farin úr starvi; í summum stórum skúlum er eingin útbúgvin lesivegleiðari. Av teimum 31 lesivegleiðarunum, sum tóku prógv í 2010, er umleið helmingurin eftir.
- Fleiri eru farin úr starvi fyri aldur, nøkur eru farin foldum frá, fleiri nærkast eftirlønaraldri, og onkur lesivegleiðari arbeiðir ikki sum lesivegleiðari. Verður útbúgvingin ikki boðin út aftur innan stutta tíð, kann tað henda, at eingir lesivegleiðarar eru, tí vit fækkast í stórum tali næstu árini. Fleiri eru eldri enn 60. Tá ið tú ert farin um tey 60, kunnu lærarar fáa niðurskurð, men tað kunnu lærarar, sum hava ískoytis- ella eftirútbúgving, ikki, tá ið talan er um tær seruppgávurnar, teir røkja. Tað er sera óheppið, siga Gunvá Dam og Helga Andreasen, lesivegleiðarar.
Hesi árini síðan, lesivegleiðararnir tóku prógv, eru so at siga eingi skeið boðin út – uttan tey, sum lesivegleiðararnir sjálvir hava skipað fyri og tikið stig til. Summi av skeiðunum, sum Nám hevur boðið út, hava ikki verið neyvt til lesivegleiðarar.
- Lesivegleiðarar eiga at vera í øllum skúlum kring landið og í øllum førleikastovum, og lesivegleiðarar eiga at gera lesiroyndirnar, sum verða gjørdar. Tað krevur servitan at greina lesiroyndir, sigur Gunnvá Dam.
Lesiroyndir verða gjørdar í øllum árgangum upp til fimta flokk; í fyrsta og øðrum flokki í februar og mai-juni, í triðja og fjórða um heystið og várið og í fimta um heystið.
Endamálið við lesivegleiðaraútbúgvingini er at geva fólkaskúlalærarum førleika at vegleiða og hækka stigið og góðskuna á skriftmálsundirvísingini í fólkaskúlanum. Lesivegleiðarin er bæði fakligur ráðgevi og kveikjari í skúlunum, har ein partur av arbeiðinum er at menna, samskipa og eftirmeta lesi- og skriviundirvísingina. Eisini skal lesivegleiðarin vegleiða lærarar um innihald, undirvísingarhættir og tilfarsval í sambandi við lesing og skriving bæði hjá einstøkum næmingum og flokkinum, ráðgeva skúlaleiðarum í spurningum um lesing og skriving og saman við leiðslu og lærarum seta í verk lesiátøk í skúlanum.
Upprunaliga ætlanin við lesivegleiðarunum er, at teir skulu arbeiða á normaløkinum – tað er við næmingum, sum hava brúk fyri einum skumpi og stuðuli í tilgongdini at læra at lesa. Er talan um næmingar, sum av onkrari orsøk eru tarnaðir í tilgongdini at læra, hava onkra diagnosu, eru orðblindir og so framvegis, so hoyra hesir næmingar undir serlærarar. Normaløkið er næstan allir næmingarnir frá fyrsta til níggjunda flokk.