Tíðindi
12.06.2024
Longdin á lidna filminum skal í mesta lagi vera 7 minuttir, og frásøgumátin er upp til næmingarnar í samráð við læraran.
Skriv er sent til lærarar, har upplýst verður um smálutir í kappingini. Nevnt verður, at inspiratión er at finna á ráðstevnuni First Island Water Congress, sum Jarðfeingi skipar fyri í Norðurlandahúsinum í septembur.
Stuttfilmurin verður gjørdur sum partur av undirvísingini, og lidni filmurin skal eisini kunna brúkast til undirvísing.
Innkomnu filmarnir verða mettir eftir trimum viðurskiftum:
Hvussu sannførandi søgan er
Hvussu tøknin er frágingin
Hvussu tað hevur hepnast at brúka filmisk frásøgusnildi.
Í dómsnevndini sita Árni Øregaard, Karina Toftegaard, Birgir Kruse og Sólvá Jónsdóttir.
Freistin at lata lidna filmin inn er úti 12. novembur 2024 kl. 23.59. Týskvøldið 3. desembur 2024 kl 19:00 verður eitt úrval av innkomnu filmunum víst í Havnar Bio. Tá fer útgávuleiðarin í Námi at kunngera vinnaran og handa vinningin.