Leys størv

Stjóri til Bókadeild Føroya Lærarafelags

Hevur tú brennandi áhuga fyri útgávu av barna- og ungdómsbókum, er eitt spennandi og avbjóðandi stjórastarv leyst at søkja. 

Starvið 

Uppgávan hjá stjóranum á Bókadeild Føroya Lærarafelags er at stjórna einum forlagi, har bókaog blaðútgáva eru kjarnuøki. 

Forlagið gevur út dygdargóðar, tíðarhóskandi og fjølbroyttar barna- og ungdómsbøkur í samráð við bókmentaligu nevnd felagsins og stendur fyri at geva út barnabløðini Strok og Píka7. 

Uppgávur hjá stjóranum eru m.a.: 

• at mynda og menna útgávuvirksemið saman við bókmentaligu nevnd felagsins 

• at hava fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virkseminum 

• at verða framtakshugaður, samstarvshugaður og duga at finna loysnir 

• at skapa virðing fyri forlagnum, fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum starvsfólk 

• at tryggja, at starvsfólkini kunnu førleikamenna seg 

• at halda seg kunnaðan um altjóða bókamarknaðin og taka lut í viðkomandi bókamessum uttanlands 

• at ráðgeva, kunna og samstarva við bókmentaligu nevndina og nevndina í Føroya Lærarafelag. 

Stjórin skal tryggja, at virksemi forlagsins er á høgum fakligum stigi, og at játtaður stuðul verður nýttur á fullgóðan hátt. 

Førleikakrøv 

Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir, sum hava týdning fyri starvið. Harumframt er tað eitt krav, at umsøkjari hevur: 

• góð leiðslu- og samstarvsevni 

• vilja og áhuga at ganga nýggjar leiðir 

• góðar málførleikar og evni at samskifta, bæði á skrift og í talu. 

Vit bjóða 

Starvið er spennandi við sjálvstøðugum uppgávum og við nógvum samskifti við rithøvundar, myndprýðarar og týðarar. Arbeiðið er á høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. 

Setanar- og lønartreytir 

Starvið er sáttmálasett og lønt á lønarstigi 39 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. 

Lønin er kr. 56.288,09 umframt 17% í eftirløn. Starvið verður lýst til setanar frá 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu. 

Umsókn 

Umsókn við prógvum, c.v o.ø. skal sendast til: Føroya Lærarafelag Pedda við Stein gøta 9 Postrúm 3264 FO-110 Tórshavn ella jacob.eli@lararafelag.fo 

Umsóknin skal vera Føroya Lærarafelag í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. mars 2025. 

Umsøkjarar, sum vilja hava fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Jacob Eli S. Olsen, formann í Føroya Lærarafelag, á tlf. 23 57 66. 

Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7 og Skúlablaðið. Vit hava bókaklubba fyri børnum og ungum í øllum aldri. Á Bókadeildini eru 6 starvsfólk. Les meira á www.bfl.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni