Leys størv

Starv sum varaskúlastjóri í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir einum dugnaligum varaskúlastjóra, sum hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv, umframt at undirvísa.

Starvið verður lýst leyst at seta frá 1. januar 2025 ella sum skjótast eftir tað.

Í Sørvágs skúla eru skúlaárið 2024/25 íalt 152 næmingar í 1. – 9. flokki umframt serskúlatilboðið Pallurin. Umleið 30 starvsfólk arbeiða í skúlanum.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum:

◦ Undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í og hava ábyrgd av teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans

◦ Dugir at samstarva og er fyrikomandi

◦ Er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans

Harumframt skal varaskúlastjórin:

◦ Standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í skúlanum

◦ Saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd

◦ Saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøðunum hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd.

Persónligar dygdir hjá umsøkjara eru:

◦ Góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl

◦ Vilja og evni at royna nýggjar leiðir, sum búgva skúlan til framtíðar krøv

◦ Góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum

◦ Áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

“Saman um barnið”

Sum partur í verkætlanini “Saman um barnið” skal varaskúlastjórin umboða skúlan í leiðslubólki og netverkum og ganga á odda at fremja verkætlanina í verki.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Umsókn saman við prógvi, C.V. og møguligum ummælum skal vera Daniu Niclasen, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. novembur 2024. kl. 12:00.

Umsóknin verður stílað til: dania.niclasen@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra á tlf. 233221.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni