Leys størv

Størv í Skúlanum við Streymin

Freist fríggjadagin 14. juni.

Hevur tú fakligt høgt støði, góðan arbeiðsmoral/uppmøting og positivan hugburð, so hevur tú rættan profil til Skúlan við Streymin!

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. aug; skúlaárið 2024-25

Á SvS er talan um:

5 tíðaravmarkað størv fyri lærarar í farloyvi, niðursett tímatal og avlopstímar
1 fast starv
1 námsfrøðingur á brot 0,75

* Tørvur er á lærarum at undirvísa í náttúruvísindaligu lærugreinunum, støddfrøði og mállærugreinunum. Hvat fakøki verður prioriterað at menna, velst um innkomnar umsóknir.

Í Lonini (sertilboð skúlans) er talan um:

1 námsfrøðingur á brot 0,75
Lærarastarv við avlopstímum

* Tørvur er á starvsafólki, sum hevur árræði, arbeiðir sjálvstøðugt og brennur fyri at skipa eitt mennandi og gott sertilboð, sum brynjar næmingarnar til vaksna lívið.

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Skúlin við Streymin hevur 220 næmingar í 1.-10. flokki, 30 lærarar, 4 námsfrøðingar og 2 námsfrøðiligir stuðlar umframt onnur starvsfólk.

Í umsókn tíni verður tú biðin um at lýsa, hvussu títt íkast kann lyfta og menna skúlan!

Umsóknir við CV, avrit av prógvi og møgulig ummæli skulu vera skúlanum í hendi seinast frí. 14. juni 2024. Sendast til svs@svs.fo.  Nærri kunning fæst við at ringja ella skriva til skúlastjóran, Marjun Stauss: marjun.stauss@skulin.fo; tlf. 25 70 69.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.