Leys størv

Størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2024/2025

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2024:

2 føst lærarastørv
3 tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum sum annaðmál
1 farloyvisstarv

Endaliga tímatalið til tíðaravmarkaðu lærarastørvini vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2024.

Vit sóknast eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild og við linjugreinalestri í føroyskum, donskum, enskum, ítrótti, alis/evnafrøði, lívfrøði og tónleiki

Eisini sóknast vit eftir lærara, ið kann átaka sær uppgávuna at undirvísa fremmandamæltum næmingum í føroyskum og stuðla teimum í øðrum lærugreinum í vanligu floksundirvísingini.

Høvuðsuppgávan hjá lærarunum er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er næmingalagað og verður skipað við atliti til persónligu, sosialu og fakligu menningina hjá einstaka næminginum.

Ráðleggingin fer fram í samstarvi og samráði við lærararnar í árgangstoyminum.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari.

Harafturat verður hetta starv lýst leyst at seta í serskúlatilboðnum frá 1. august 2024:

1 tíðaravmarkað lærarastarv. Setanarbrotið er 0,75 svarandi til 1350 árstímar.

Vit sóknast eftir lærara, ið verður partur av sjálvstýrandi toyminum í serskúlatilboðnum. Í serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla eru 16 næmingar í 1. – 9. flokki.

Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina og skúladagin hjá næmingunum í samstarvi og samráði við sjálvstýrandi toymið í serskúlatilboðnum. Arbeitt verður út frá einstaklingalæruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá einstaka næminginum.

Uppgávan er eisini at integrera næmingar í serskúlatilboðnum í skúlaflokkarnar í Hoyvíkar skúla.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari. Tað kann vera ein fyrimunur at hava starvsroyndir við børnum við autismu ella líknandi avbjóðingum.

Tey, ið sett verða, skulu:

Vera stundislig og nærløgd
Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum

 

 

Vera við til áhaldandi at menna skúlan

 

Í starvsfólkaleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á:

Ábyrgd
Yrkisføri
Floksleiðslu
Samstarv
Trúfesti

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Størvini sum lærarar verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 14. juni kl. 13:00.

Umsóknin skal stílast til:

Hoyvíkar skúli

Att.: Anna Maria Reinert Jensen

Postboks 3073

FO-110 Tórshavn

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: anna.maria.jensen@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Onnu Mariu Reinert Jensen, stjóra, á telefon 290069.

_________________________________________________________________

í Hoyvíkar skúla eru 356 næmingar í 1.- 9. flokki

45 starvsfólk starvast í skúlanum

Vitjið okkum á hoy.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.