Tíðindi

Stúrir tú fyri próvtøkuni?

Tað eru ráð fyri tí. Ein donsk app er ment, sum kann vera ein hjálp hjá teimum, sum eru ring av próvtøkuangist.

30.05.2024

Tú hevur óivað roynt tað, tá tú skalt upp í roynd ella próvtøku ella til starvssamrøðu. Tú hevur ilt við at sovna kvøldið fyri, og á degnum, tá ið tú skalt upp, eru lógvarnir vátir, og hjartað dukar títtari enn vanligt. Tú hevur kanska ilt í búkinum og mást á vesið oftari enn vanligt, áðrenn tú fert heimanífrá.

Nógv líða av próvtøkuangist, og um skamma stund stendur tann tíðin fyri durunum, har ungfólk í hópatali skulu vísa lærarum og próvtøkudómarum, hvat tey hava lært farna skúlaárið. Mindhelper, sum fimm regiónir í Danmark reka, hevur framleitt appina Ro – við serligum stuðli frá Region Syddanmark.

Mathilde Ingemann, sum gongur í 2.g á Rosborg Gymnasium, er ein teirra, sum verður fjálturstungin, tá ið hon skal til próvtøku, og tí ímyndar hon sær, at hon fer at brúka appina.

- Eg havi kannað appina, og eg haldi veruliga, at har er nógv, eg kann brúka, bæði at fáa ráð til sjálva próvtøkuna, men eisini ráð um, hvussu eg best kann fyrireika meg til próvtøkuna. Tað, haldi eg, er feitt, sigur hon.

Ein amboðskassi

Linn Søndergaard Lindegaard er sálarfrøðingur hjá Mindhelper, sum hevur framleitt og eigur appina. Hon greiðir frá, at appin hevur eina rúgvu av ítøkiligum venjingum, sum eru gjørdar í samstarvi við fleiri serfrøðingar.

- Vit síggja appina sum ein amboðskassa, eitt hjálparamboð til at fáa meiri frið í einum trýstum gerandisdegi. Tað hava vit gjørt fyri at geva teimum ungu eitt rásarúm, ein møguleika at fáa meiri frið og eina vón í einum gerandisdegi, sum onkuntíð gongur alt ov skjótt, sigur hon.

Sambært Linn Søndergaard Lindegaard kann tað vera trupult at sleppa fult og heilt av við próvtøkuangist.

- Tað ber helst ikki til at basa próvtøkuangistini púrasta, men tú kanst fyrireika teg og læra at takkla hana, tá ið hon ger seg galdandi, sigur hon og undirstrikar, at appin ikki kann koma í staðin fyri sálarfrøðiliga ella kliniska viðgerð fyri mentalar avbjóðingar.  

Ringast upp til próvtøkudagin

Próvtøkuangistin hjá Mathilde Ingemanns er verst í døgunum upp undir próvtøkuna.

- Eg gerist ógvuliga illa fyri, fái ein knút í búkin bara við at hugsa um próvtøkuna, sigur hon.

Stóri ampin hjá henni er, at hon ikki er nóg væl fyrireikað. Hvat nú um hon ikki dugir at svara spurningunum, sum próvtøkudómarin setir?

- Tá óvissan er ringast, og eg fái ein spurning, sum eg ikki haldi meg duga at svara, fer klaffurin bara niður fyri.

Johanne Sigaard-Jakobsen, sum hon lesur saman við, hevur tað eisini trupult í próvtøkutíðini. Hon roynir at skumpa tankar um próvtøku frá sær so leingi sum til ber.

- Bara at hugsa um próvtøkuna – eg orki tað ikki, sigur hon.

Kann vera invaliderandi

Og tað er ikki heilt býtt at hava fokus á próvtøkuangist. Tað heldur Anna Stelvig, sum er kandidátur í sálarfrøði og stovnari av StudyMind.

- Tað kann vera so tarnandi at vera bangin fyri at fara til próvtøku, at tú kanst hava ilt við at sovna. Tú stúrir so nógv, og tú fært ikki hugsavnað teg um at fyrireika teg, og summi gráta, bara tey hoyra orðið próvtøka. Tað kann vera ógvuliga invaliderandi, tá tú ert fangaður í tí, sum tú verður nevnt próvtøkuangist, sigur hon.

Hon hevur ment eina app, sum kann simulera próvtøkustøður, og hon heldur, at júst ein app kann tala til ung fólk.

- Tað góða er jú, at ung fólk altíð eru á telefonini, og tey eru von at brúka hana til alt møguligt – eisini til at fáa ráð og vegleiðing, sigur hon.

Ikki bara próvtøkuangist

Johanne Sigaard-Jakobsen hevur eins og Mathilde Ingemann hugt at nýggju appini. Hon ímyndar sær, at hon fer at brúka hana – og ikki bara í próvtøkutíðarskeiðnum.

- Eg hugsi, at eg fari at brúka hana, tá ið eg skal til próvtøku og eisini sum heild, tí hon hevur nógv, sum eg kann fáa gleði og gagn av, ikki bara, tá ið próvtøka er fyri durum. Eg gerist onkuntíð fjálturstungin av øðrum enn próvtøku, og eg hugsi, at appin kann vera ein hjálp tá.

Appin er ókeypis og hevur ikki bert venjingar, sum hava til endamáls at basa próvtøkuangist. Hon kann eisini vera ein hjálp móti strongd og stúranum.

Kelda: dr.dk

savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni