Leys størv

Størv í Vágs skúla

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2024:

Ein námsfrøðingur/stuðul í fast starv í Vágs Skúla - setanarbrot 0,8

Ein námsfrøðingur/stuðul í tíðaravmarkað starv í Vágs Skúla- setanarbrot 0,6

Ein námsfrøðingur/stuðul í tíðaravmarkað starv fyri námsfrøðing í barnburðarfarloyvi í sertilboð okkara - setanarbrot 0,85

Ein námsfrøðingur/stuðul í tíðaravmarkað starv í sertilboð okkara- setanarbrot 0,6

Førleikakrøv:

Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðiligu stuðlarnir:

· vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans

· duga at samstarva

· eru fyrikomandi

· sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

· hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini verða flokkað í 13, 15, 17, 19, 21 og 23. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í

seinasta lagi mánadagin 17. juni 2024 kl. 12.00

Umsóknir skulu sendast til:

Vágs Skúla

Vágsvegur 32

Fo-900 Vágur

ella á teldupost: john.henrik.holm@skulin.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja ella senda teldupost til:

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 ; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo ella

Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.