Leys størv

Størv í Stranda skúla

Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2024:

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðiligum stuðlum

Søkt verður eftir námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2024. Starvið er 1026 árstímar (lønarbrot 0,57).

Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2024-25. Starvið er 972 árstímar (lønarbrot 0,54).

Størvini verða lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20, 11-21. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv. Um umsøkjari við námsfrøðiligari útbúgving ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í starv.

Søkt verður eftir 5 lærarum

Søkt verður eftir lærarum til fýra tíðaravmarkað størv og einum til fast starv:

einum lærara at undirvísa í landafrøði, søgu, enskum og føroyskum í mið- og hádeild.
einum lærara at undirvísa í samfelagsfrøði, donskum og enskum í mið- og hádeild.
einum lærara at undirvísa í føroyskum, støddfrøði og donskum í byrjanardeild.
einum lærara at undirvísa í føroyskum, støddfrøði og kristni í byrjanardeild.
einum lærara at undirvísa í føroyskum, støddfrøði, enskum og gentuítrótti í hádeild (endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2024)

Søkt verður eftir lærarum, sum

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast.
eru fús at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
eru vanir at nýta teldu í undirvísingini

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum.

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tey tíðaravmarkaðu størvini verða sett fyri skúlaárið 2024-25.

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,

Mariann D. Poulsen,

Strandatún 18

490 Strendur,

mariann.poulsen@skulin.fo

í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2024 kl. 15.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til skúlastjóran, Mariann D. Poulsen, tlf. 748322.

Stranda skúli hevur komandi skúlaár uml. 160 næmingar og uml. 20 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.