Leys størv

Størv í Eysturskúlanum skúlaárið 2024/25

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2024

3 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2024/25 fyri lærarar í farloyvi.

2 lærarastørv við fastari setan frá 1.august 2024.

1 lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi.

1-2 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2024/25 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.

Einum lærara í Serflokkatilboð undir Eysturskúlanum – staðsett í Lonini í Hoydølum. Starvið er farloyvisstarv, tíðaravmarkað skúlaárið 2024/2025.

Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:

- eru samstarvs- og virkisfús,

- eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við

- eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur

- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.

- Leggja orku í at samstarva.

Skúlin hevur næstu árini royndarvirksemi í samundirvísing (Co-teaching) í grunddeildini

Førleikakrøv lærarar

Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Eisini kunnu tey, ið fáa læraraprógv í ár, søkja á jøvnum føti. Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu.

Tey, ið sett verða, mugu kunna undirvísa í hesum lærugreinum: Støddfrøði, føroyskum, tónleiki, list, føroyskt sum annaðmál, og serundirvísing.

Okkum tørvar lærarar í grunddeild, miðdeild og í Nám X.

Eisini tørvar okkum lærara við Lesivegleiðaraútbúgving.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2024.

Umsóknir

Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 14.juni 2024 kl. 13.00. Umsóknir verða sendar til:

Eysturskúlin

Tórgarðsgøta 17

FO 100 Tórshavn Ella í teldubrævi til: eydna.magnussen@skulin.fo

Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen tlf. 214755

Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2024/25 umleið 550 næmingar í 1.-10.flokki.

Í skúlanum arbeiða uml. 70 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar.

Vit leggja vit dent á:

At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi. Skúlin hevur royndarvirksemi í Samundirvísing (Co-teaching) í grunddeildini

At arbeiða innovativt

At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.