Leys størv

Størv í Eiðis skúla

 

Søkt verður eftir lærarum og námsfrøðiligum stuðulsfólki til Eiðis skúla.

1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2024/2025. Partur av starvinum er at virka sum lærari í forskúlanum. Starvið verður sett vegna lækkað tímatal og avlopstímar.
1 námsfrøðiligum stuðulsfólki at starvast 25 tímar um vikuna. Starvið verður lønt eftir sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum.

Tey, ið sett verða skulu:

virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður, ábyrgd og læra
undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
duga at samstarva
vera fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
vera við til áhaldandi at menna skúlan
vera stundislig og nærløgd

Førleikakrøv til lærarastarvið:

Læraraútbúgving.

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 740470.

Umsóknir, saman við c.v. og prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2024 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast til tom.joensen@skulin.fo. ella Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði.Viðmerkjast skal hvat starv talan er um. Tey, ið sett verða, skulu játta at barnaváttan verður umbiðin.

Eiðis skúli

Kolsvegur 8

470 Eiði

Eiðis skúli hevur forskúla umframt undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin hevur góðar umstøður til næmingar og lærarar. Les meira um okkum á www.eidisskuli.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.