Leys størv

Størv á Sandoyar meginskúla skúlaárið 2024-2025:

*Tvey størv, ið er skipað sum føst lærarastørv frá 1. august 2024.

* Eitt, møguliga tvey, parttíðar tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal og avlopstímar skúlaárið 2024-25. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2024.

* Tvey parttíðar tíðaravmarkað størv sum serlærari og lesivegleiðari til førleikastovuna fyri skúlarnar í Sandoynni skúlaárið 2024-25.

* Tvey tíðaravmarkaði størv sum námsfrøðiligur stuðul, uml. 20 klokkutímar um vikuna, til næmingar við serligum tørvi. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2024.

Vit vænta av tær, at tú:

hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
hevur góðar relatiónsførleikar, er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
er áhugað/ur at arbeiða við tvílæraraskipan
vil vera við til áhaldandi at menna teg sjálva/an og skúlan
vil fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin
er eldhugað/ur at arbeiða við næmingum úr 6. – 9. flokki.

Førleikakrøv

Okkum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær flokslæraraábyrgd. Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at undirvísa í: støddfrøði, náttúruvísindaligu lærugreinunum, enskum, týskum, søga, samfelagsfrøði, smíð og í ítrótti og svimjing.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur. Barnaváttan verður kravd frá 1. juni 2022.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 13. juni 2024 kl.12.00. Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Jacqueline Benzon, skúlastjóra á tlf 216038 ella at senda t-post til samesk@olivant.fo

Sandoyar Meginskúli hevur 62 næmingar og 10 lærarar komandi skúlaár. Næmingarnir eru úr 6. upp í 9. flokk.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.