Tíðindi

Stórar væntanir til floksstøddina

Millum tey nógvu góðu átøkini, sum verða skotin upp at verða framd í álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini, so rokni eg við, at lægri næmingatal í flokkunum fer at hava størst týdning fyri fólkaskúlan. Tað sigur Janus Vang, formaður í Foreldrafelagnum Heim og skúli.

23.09.2024

Tá ið rembingar eru á fólkaskúlaøkinum, og broytingar skulu gerast, er Foreldrafelagið Heim og skúli partur av arbeiðnum. Heim og skúli hevur umboð í Fólkaskúlaráðnum. Tað er ígjøgnum hetta umboðið, at felagið hevur verið við til at gera eitt nú álitið um broytingar í fólkaskúlalógini, sum var liðugt í fjør vár.

Hetta álitið telist eisini millum størstu uppgávurnar, sum Heim og skúli hevur verið partur av. Janus Vang, formaður í Heimi og skúla, hevur umboðað felagið í arbeiðsbólkinum.

Vit hava stórar væntanir og vónir til, hvat fer at spyrjast burtur úr álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini. Floksstøddin er tað mest slóðbrótandi í øllum álitinum; hetta er tað størsta og dýrasta átakið, og tað fer at hava sera stóran týdning fyri bæði næmingar og lærarar. Tað verður spennandi at síggja, hvussu Undirvísingarstýrið og kommunurnar fara at gjøgnumføra tað. Ein tann størsta broytingin, sum er farin fram á fólkaskúlaøkinum seinnu árini, er, at floksstøddin er farin upp; hóast eyka lærari er inn í flokkinum, tá hann fer upp um eitt vist, so er trupult at røkka øllum næmingum. Tað er lagt upp til, at skúlaleiðslurnar gera av, hvat er skynsamari – at minka flokkin ella seta eyka lærara inn. Kjarnin í hesi broytingini er, at einstaki næmingurin skal hava meiri læraratíð samsvarandi tørvinum.

Janus Vang letur væl at tilgongdini í arbeiðnum at gera uppskot til broytingar í fólkaskúlalógini, og hann er ivaleysur í, at Heim og skúli hevur havt ávirkan og sett síni fingramerki í arbeiðnum.

Í løtuni er Fólkaskúlaráðið ikki virkið, tí Barna- og útbúgvingarmálaráðið skal velja nýggjar limir í ráðið. Tað, sum Heim og skúli tekst við beint nú, er at fyrireika upplegg fyri skúlastýrislimunum, sum taka við í november. Janus Vang fer at hava uppleggið á aðalfundinum hjá felagnum, sum verður eftir valið.

Janus Vang bjóðar seg fram á triðja sinni til skúlastýrisvalið í Kaldbaks skúla. Síðan 2018 hevur hann verið formaður í Foreldrafelagnum Heimi og skúla.

Les eisini: https://www.skulabladid.fo/st%C3%B8rri-vitanin-er-st%C3%B8rri-er-%C3%A1hugin-fyri-sk%C3%BAlast%C3%BDrisarbei%C3%B0num


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni