Tíðindi

Spennandi og fjølbroytt starv at vera serlærari

Serlærarar eru leiðarar á førleikastovunum í fólkaskúlunum og arbeiða saman við fólki úr ymiskum fakøkjum. Teir gerast tí til eitt slag av millumleiðara í skúlunum.

25.09.2025

- Vit vegleiða og stuðla leiðslunum væl og mugu samstundis alsamt leita okkum nýggja fakliga vitan fyri at fylgja við, og tá ið næmingar eru ymiskir, so gerast okkara uppgávur eins ymiskar, sigur Fridrikka Kjeld, serlærari og forkvinna í Serlærarafelagnum.

Alsamt eiga vit at leggja okkum í geyma, at arbeiðið við persónligari og fakligari menning hjá næmingum tekur tíð; tí eiga vit at seta nøktandi tíð av til serlærarar, so møguligt er at arbeiða miðvíst við at menna serøkið og alt tað, sum har til hoyrir. Tað sigur forkvinnan í Serlærarafelagnum. Fridrikka Kjeld fekk prógv sum serlærari og orðblindalærari í fyrsta og einasta føroyska flokkinum av sínum slag. Í dag starvast hon í Fuglafjarðar skúla.    

Eftir at Serlærarafelagið hevði ligið stilt í nøkur ár, varð felagið endurstovnað í oktobur 2012, og tey arbeiddu fyrstu tíðina fyri at fáa játtaðar tímar til økið og at fáa viðbót. Kunngerðin um førleikastovurnar kom í 2019, har ásett varð, at serlærarar eru leiðarar á førleikastovunum.

- Í dag virka førleikastovurnar ymiskt, tí tað er ymiskt, hvør fakkunnleiki er tøkur, og hvørja útbúgving lærarar á skúlunum hava. Har fleiri lærarar við eftirútbúgving eru, gerast fyritreytirnar at skipa førleikastovu betri.

Uppgávan hjá førleikastovunum er stór. Hon skal millum annað samskipa námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlanum, menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlanum og miða eftir, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt.

- Í millumstórum skúlum við umleið 300 næmingum eru umleið fýra tímar tillutaðir serlærarum um vikuna. Hesar tímarnar, sum annars eru partur av eini fullari tímatalvu, skal serlærarin brúka í førleikastovuni sambært grein átta í kunngerð frá 2019 um førleikastovur. Hon ásetir sjálva uppgávuna, sum er víðfevnd og krevur nógv bæði persónliga og ikki minst fakliga, vísir Fridrikka Kjeld á.

Í kunngerðini um førleikastovur stendur víðari, at arbeiðsøkið hjá serlæraranum í førleikastovuni er at samskifta, ráðgeva og vegleiða starvsfólk skúlans og leiðslu í sambandi við sernámsfrøðilig átøk, í samráð við leiðslu skúlans seta í verk og samskipa sernámsfrøðilig átøk og fylgja gongdini, at samskifta, ráðgeva og vegleiða um tilfar, hjálpartól o.a. til næmingar, ið hava tørv á hesum í undirvísingini og til próvtøkur og eftirmeting av undirvísingini, at vegleiða, samskipa og samskifta við leiðslu og lærarar um próvtøkur eftir serligari fyriskipan og um støðumetingarskjal, og at fylgja gongdini hjá næmingum, ið eru greinaðir fyri serligan tørv.

- Út frá hesum skulu vit vegleiða breitt, millum annað, tá ið næmingar verða útgreinaðir ella skulu hava okkurt slag av stuðli. Her liggja natúrliga nógvir og ymisk sløg av fundum til dømis við barna- og ungdómspsykiatri, barnavernd, Almannaverk og við Sernám. Hetta skal alt gerast við hesum fáu tímunum um vikuna, sum verða tillutaðir og heilt einfalt ikki røkka til. Tí uppgávan heldur jú fram í og við, at vit skulu skjalfesta tað, vit gera, og sum er komið fram á ymisku fundunum, og fyrireika, hvat skal setast inn til einstaka næmingin.

- Tað stutta av tí langa er, at játtanin røkkur ikki til tær uppgávurnar, sum kunngerðin vísir á.

Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur gjørt, í Skúlablað nr 3, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni