Tíðindi
17.09.2025
Trý ára royndartíðarskeiðið við skúlasálarfrøðingi í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík var í fjør úti og verkætlanin eftirmett. Í royndartíðarskeiðinum læt Undirvísingarstýrið tímar og kommunan hølini. Skúlasálarfrøðingurin var tøkur í skúlanum tveir dagar um vikuna.
- Vit hava góðar royndir av verkætlanini, hóast eftirmetingin vísti á viðurskifti, har neyðugt var at gera betringar. Betringar vóru neyðugar innan umsitingarliga økið. Hetta hava vit fingið uppá pláss. Høvuðsendamálið og kjarnuuppgávurnar við at hava skúlasálarfrøðing fingu sera góð skoðsmál frá øllum teimum, sum vóru í sambandi við sálarfrøðingin. Øll í skúlanum hava verið sera væl nøgd við tilboðið, ið næmingar hava at fáa stuðlandi samrøðu við sálarfrøðing, bæði foreldur, næmingar, lærarar og leiðsla, og tað er tað, sum hevur týdning. Vit eru ógviliga glað fyri, at Klaksvíkar kommuna hevur sæð týdningin at hava sálarfrøðing staðsettan í skúlanum og er fús at halda fram við tilboðnum og rinda fyri tað, sigur Jónleif Johannesen, skúlastjóri á Skúlatrøð.
Sálarfrøðingurin er í løtuni settur fimm ár fram, og Klaksvíkar kommuna rindar fyri tilboðið burturav; skúlasálarfrøðingurin er tøkur sama tímatal sum í royndartíðarskeiðnum, tveir dagar um vikuna.
Í royndarverkætlanini var tað serliga teir eldru næmingarnir, sum fingu hjálp frá sálarfrøðinginum. Hetta kundi vera næmingar, sum hava havt ótta, lættari tunglyndi, lágt sjálvsvirði, sorg, rakt av skilnaði millum foreldrini ella hava verið fyri onkrari skakandi hending. Summir næmingar hava verið sendir víðari til viðkomandi stovn, tá trupulleikarnir hava fevnt um meiri, enn hvat skúlin og skúlasálarfrøðingurin kunnu nøkta.
Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur, hevur verið partur av royndarverkætlanini og heldur fram við staðseting á Skúlatrøð. Í samrøðu við Skúlablaðið fyri tveimum árum síðan segði hann, at “endamálið við stuðlandi samrøðum er at geva næmingum nøkur amboð, soleiðis at tey sjálv megna at koma tvørtur um ella at loysa tað, tey stríðast við. Hetta kann vera næmingur, sum lærari ella heilsufrøðingur metir, at hann ikki fær hjálpt nóg væl. Tað er ein sannroynd, at lærarar og heilsufrøðingar hava nógv um at vera, og teirra útbúgving fevnir heldur ikki um at hjálpa næmingum á sama hátt sum ein sálarfrøðingur kann.”
Thorvald Danielsen hevur drúgvar royndir at veita sálarfrøðiliga hjálp til børn og ung og foreldur teirra við fyribyrgjandi sálarfrøðiligum samrøðum. Somuleiðis hevur Thorvald hollan kunnleika til skúlaumhvørvið og hevur góðar royndir og hegni til at samskifta við aðrar fakbólkar í skúlanum og avvarandi. Í arbeiðnum hevur Thorvald í høvuðsheitum stuðlandi ella fyribyrgjandi sálarfrøðiligar samrøður við børn og ung í fólkaskúlaaldri.