Tíðindi

Skúlastýrisval týsdagin

Týsdagin skulu foreldraumboð veljast í skúlastýrini kring landið.

08.11.2024

Týsdagin 12. november, sama dag sum kommunuvalið er, velja foreldur umboð í skúlastýrið í skúlan, har børn teirra ganga.

Eitt skúlastýri verður valt til hvønn sjálvstøðugan skúla í kommununi.

Virksemið í fólkaskúlanum er grundað á samstarv millum skúla og heim, tí er tað sera týdningarmikið, at eitt skipað samstarv er millum skúla og heim, og at foreldur eru við í arbeiðinum at mynda virksemið í tí skúla, har børn teirra ganga.

Skúlastýrið er tað forum, har foreldur, umboð fyri kommunustýrið, starvsfólkaumboð og skúlaleiðarin hittast regluliga at viðgera m.a. meginreglur og arbeiðsumstøður, læring og trivnaðarátøk skúlans.

Faldarin um skúlastýrisvalið kann síggjast her

Kelda: uvs.fo

Mynd: iStock


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni