Leys størv

Skúlastjóri til Velbastaðar skúla

Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum leiðara, ið umframt leiðslu, hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðsluábyrgd í skúlanum á Velbastað.

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgdina av virksemi skúlans. Umframt at leiða skúlans virksemi og starvsfólk, gongur leiðarin undan í góðum samstarvi við myndugleikar og heim. Áhugi og hegni at vera í leiðslu- og í lærarayrkinum er ein fyritreyt fyri at trívast og hepnast í starvinum. Skúlastjórin er bæði leiðari skúlans og hevur undirvísingartímar.

Skúlastjórin luttekur virkið í teimum tiltøkum og samstørvum, ið avvarðandi stovnar skipa fyri, so sum Undirvísingarstýrið, Nám og Sernám.

Skúlastjórin virkar eisini í tøttum samstarvi við mentamáladeildina, aðrar deildir og skúlar í Tórshavnar kommunu.

Tað ganga áleið 36 næmingar úr 1.- 6. flokk í Velbastaðar skúla skúlaárið 2025/26. Skúlastjórin leiðir eisini forskúlan, sum er partur av Velbastaðar skúla.

Tað eru trý lærarastørv í Velbastaðar skúla.

Skúlastjórastarvið í Velbastaðar skúla er flokkað sambært galdandi avtalu í lønarflokki 34-1. Mánaðarlønin er í løtuni kr. 47.752,61 umframt 17% í eftirløn.

Starvið er sáttmálasett, ikki uttan so at tann, ið settur verður, er tænastumaður frammanundan.

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava:

• útbúgving sum fólkaskúlalærari og antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving

• viðkomandi starvsroyndir

• førleika at leiða og fyrisita

• góð samstarvsevni við børn, starvsfólk, foreldur og við avvarðandi myndugleikar og samstarvsfelagar

• hegni, at virka fyri trivnaði og menning hjá næmingum og starvsfólkum

• eina tilgongd til leiðslustarvi, ið er kveikjandi

• førleika at fíggjar- og rakstrarstýra

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við tænastu í Velbastaðar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal verða Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 27. juni 2025 kl. 12.00.

Starvið verður sett frá 1. august 2025.

Umsóknin verður stílað til: Undirvísingarstýrið, postsmoga 9, Hoyvíksvegur 72, 110 Tórshavn ella við t-posti: uvs@uvs.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu venda sær til Vagn Foldbo, deildarleiðara á vagnf@uvs.fo ella á 200900.

Undirvísingarstýrið er eind undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni