Tíðindi
27.01.2025
Í ár verður sjóneykan sett á fólkamorðið í Kambodja nú 50 ár eru liðin, síðan Reyðu Khmerdrápini tóku seg upp. Frá 1975 og fýra ár fram kravdu drápini um 1,7 milliónir mannalív. Tey flestu doyðu í hungri og av sjúku, men stýrið avrættaði eisini nógv. Tvingsilsarbeiði, tvingsilsflutningur, píning og eftirlit vóru nøkur av amboðunum, sum stýrið brúkti at kúga fólkið við.
Í Skúlanum við Løgmannabreyt
Skúlin við Løgmannabreyt verður vertsskúli í ár, og stroymt verður til allar framhaldsdeildir og miðnámsskúlar, og fólk annars, ið hava áhuga at fylgja við. Stroymt verður um opnu undirvísingarsíðuna Snar. Tað er fyrstu ferð at eitt land í Asia verður tikið upp á degnum, og fyrstu ferð at ein skúli í Suðurstreymoy er vertsskúli.
Støður, sum skapa polarisering
Fyriskipararnir av holocaustdegnum hava gjørt av, at umframt at varpa ljós á Kambodja, verður nomið við aktuellar støður, sum viðvíkja ástøðinum hjá Stanton um stigini sum eyðkenna eitt fólkamorð. Talan er um 10 stig, sum kunnu lesast á temasíðuni hjá snar.fo um fólkamorð. Tað áhugaverda er í hesum stigum er, at vit menniskju liva í nøkrum av hesum í okkara dagliga tilveru. Umframt polarisering er eisini bólkadráttur eitt av stigunum. Í hesum sambandi koma vit at hava eina samrøðu við Mariu Olsen, sum er úr Ukraina og arbeiðir á Útlendingastovuni, og Brand Jacobsen frá Fiskavirkinum í Gøtu, um hvussu teir arbeiða við integratión í sínum dagliga arbeiði. Eisini fer sálarfrøðingurin Birita Lamhauge Jóansdóttir at greiða frá um, hvat polarisering er, og hví tað fer fram.
Skráin fríggjadagin 27. januar 2025 klokkan 10.00 - 11.30
10.00 Vælkomin
Høgni Joensen, stjóri í skúlanum við Løgmannabreyt Ólavur í Geil, samskipari á Altjóða degnum til minnis um Holocaust og onnur fólkadráp
10:10 Søguligt baksýni
Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, um fólkadrápið í Kambodja
10:25 Føroyingar í Kambodja
Turið Dyssegaard um at starvast í Kambodja
10:40 Kambodjabúgvar, seta orð á fólkamorðið
Filmur við fólkum úr Kambodja, sum búgva í Føroyum
10:50 At búgva og arbeiða í Føroyum
Samrøða við Brandur Jacobsen og Mariia Shvets Olsen um integratión í Føroyum
11:05 Polarisering og bólkaatferð
Birita Lamhauge Jóansdóttir, sálarfrøðingur, um polarisering og bólkaatferð
11:20 Hvat hava vit lært?
Næmingar úr skúlanum við Løgmannabreyt siga frá, hvat tey hava lært á tiltakinum
Stroymingin er her
Allir merkisdagarnir eru tøkir á video, og kunnu síggjast á https://snar.fo/holocaust