Tíðindi

Skúli verður royndarskúli í samlæring komandi skúlaár

Skipanin við royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum verður komandi skúlaár eftir nýggjum leisti. Í tí sambandi verður miðað eftir at stuðla stórum heldur enn smáum verkætlanum. Komandi skúlaár verður talan um tvær stórar verkætlanir, onnur innan samlæring (co-teaching) og hin innan KT í støddfrøði.

31.05.2024

Hvør skúlin verður, sum fer at gera royndir í samlæring ella co-teaching og innan KT í støddfrøði, er ikki avgreitt enn.

Samlæring er arbeiðshættur, ið arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskot til broytingar í fólkaskúlalógini, mælir til at fara undir í fólkaskúlanum. Endamálið við samlæring er at styrkja inklusjónina í vanliga flokkinum. Hetta hugtak hevur vunnið fram, serliga tí at her verður hugsað um undirvísingarhættir, sum sameina sernámsfrøði og námsfrøði í arbeiðinum at skapa eitt inkluderandi umhvørvi. Og tá ið talan er um sernámsfrøði og námsfrøði í skúlanum, so heldur landsstýrismaðurin, at vit eiga at tora at hugsa í breiðari kørmum, tá ið talan er um at fáa hetta at eydnast í fólkaskúlanum.

- Vit vita, at tað haltar við trivnaðarpartinum í fólkaskúlanum, tað er ein sannroynd, sum fleiri kanningar staðfesta. Tað er ikki fyri at siga, at lærarar hava skylduna, tí tað hava teir ikki. Tað er nógv kompleksari enn so, men tá ið tað er sagt, so eiga vit ikki at heingja okkum í fakmørk, tá ið vit taka ta stóru myndina fram og viðgera, hvat vit kunnu gera at loysa hetta og skapa betri trivnað. Eg eri púra samdur við Lærarafelagnum, tá ið tey siga, at tað skulu ikki onnur enn lærarar undirvísa í fólkaskúlanum, men skulu vit taka í rótina á trivnaðartrupulleikanum, so mugu vit kjakast um, hvat hvør okkara kann gera, soleiðis at trivnaðurin verður betri. Co-teaching kann vera ein máti, tí hesin arbeiðshátturin leggur upp til størri fleksibilitet, enn vit hava sæð áður. Tað síggja vit uttanlands, har tey ikki eru so varin sum vit at taka aðrar yrkisbólkar inn í fólkaskúlan til ávísar uppgávur. Fara vit tann vegin í Føroyum, so er sjálvsagt neyðugt at allýsa uppgávurnar, sum aðrir yrkisbólkar skulu gera, púra greitt, soleiðis at eingin ivi er um, hvør eigur at gera hvat. Verða setanarøkið, setanarbrøkurin og setanartreytirnar hjá eitt nú námsfrøðingum í fólkaskúlanum allýst betur, og alt viðvíkjandi tí er púra greitt, so hugsi eg, at tað ber til at koma ásamt um, hvat vit kunnu gera í felag, sigur Djóni N. Joensen.

Tá ið talan er um trivnaðin í fólkaskúlanum, so er landsstýrismaðurin ivaleysur í, at minni flokkar fara at hava gagnliga ávirkan á trivnaðin.

- Minni flokkar fara at gagna trivnaðinum, men tað er neyvan nóg mikið.

Royndarvirksemi í samlæring og KT í støddfrøði fara at verða stuðlað av játtanini til royndar- og menningarvirksemi, sum skúlar á hvørjum ári kunnu søkja um at sleppa undir. Vanliga fáa einar 25 verkætlanir á hvørjum ári játtað stuðul. Um sama tal av verkætlanum fara at fáa stuðul, nú skipanin verður broytt við, at stórar heldur enn smáar verkætlanir fáa stuðul, er óvist í løtuni.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni