Tíðindi

Setursskúlin týdningarmikil liður í trivnaðinum og skúlagongdini

Vit eiga at loyva næmingunum oftari út at vitja oyggjar, bygdir og býir okkara, so tey, tá tey eru liðug við fólkaskúlan, veruliga vita, hvør søguligi uppruni okkara er. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

16.09.2024

Setursskúli er fastur táttur í fólkaskúlanum, har næmingar og vit lærarar víkja frá vanligu, siðbundnu undirvísingini.
Á setursskúlanum uppliva vit nógv ymiskt, og vit eru saman á ein øðrvísi hátt enn vit vanliga eru. Fyri næmingarnir er hetta eitt “frírúm.” Fyri okkum lærarar kann tað tykjast strævnari enn vanligt. Nógv fyrireiking, lítil svøvnur og stór ábyrgd. Men kenslan, sum eg havi havt hvørjaferð eg havi verið á setursskúla, hevur verið ómetaliga góð.
Eg havi kent tað sum framíhjárættindi at sleppa at uppliva næmingarnar í einum umhvørvi, har tey vanliga ikki reika.

Í mínum hugaheimi síggi eg bara fyrimunir við at fara á setursskúla. Eg hevði viljað, at tað bar til at fari oftari á setursskúla við næmingunum.
Ímyndið tykkum møguleika at vitja so nógvar oyggjar sum til ber, so nógvar bygdir og býir sum til ber upp á níggju ár? Hetta hevði veruliga gagnað menningini hjá næmingunum og samstundis stuðlað undir undirvísingini, sum vit hvønn dag fremja á skúlunum.

Á setursskúlanum fáa næmingarnir eina nýggja floksstovu. Eitt høli, har øll skulu vera í ein, tveir ella tríggir dagar. Tey skulu læra samspælið teirra millum av nýggjum, tey læra felagsskapin betur at kenna, tey læra at loysa avbjóðingar, hjálpa hvørjum øðrum og at liva við hvørjum øðrum. Samstarvið verður sett upp á spæl, tá uppgávurnar skulu loysast. Hetta eru øðrvísi undirvísing. Hon er ikki beinleiðis faklig, men hetta mennir hvønn einstakan av okkum – næmingar og lærarar.

Vit fáa, tá vit eru á setursskúla, eisini eina rúgvu av fakligari vitan. Setursskúlin gerst skjótt tvørfakligur, hóast vit sum lærarar ikki beinleiðis leggja okkum eftir tí. Søga, samfelagsfrøði, føroyskt, náttúra og tøkni, landafrøði, heimkunnleiki, átrúnaður og annað verður lættliga ein partur av setursskúlanum. Tey vitja støð, tey aldrin hava vitjað fyrr. Tey fáa veruliga møguleika at síggja landið.

Setursskúlin er ein týdningarmikil liður í trivnaðinum. Teir næmingarnir, sum viðhvørt hava ilt við at passa inn í flokshølið, tá skúlin er ov fakligur, fáa her ein møguleika. Her blóma teir og verða ikki dømdir uppá, hvørt teir duga at seta ð, rokna brot ella benda á enskum. Hetta eru dagar, har formella læringin er løgd á hillina. Hetta eru dagar, har tað óformella verður raðfest. Tað at vera ein góður floksfelagi, sum tekur lut í tí, sum skal gerast, ímeðan man er burtur.

Tað er stuttligt sum lærari at eygleiða næmingarnar, ímeðan mann er burtur, og hvat tað ger við felagsskapin, tá vit aftur eru í skúlanum. Tað er eins og mann hevur fingið ein nýggjan flokk. Tí sambondini millum næmingarnir eru vorðin munandi sterkari. Tey kenna hvønn annan á ein øðrvísi hátt. Eisini eru sambondini við lærararnar, sum hava verið við munandi styrkt. Álitið er styrkt, og hetta er eitt av grundarløgunum undir læringini sjálvari.

Eg haldi, at vit eiga at miðja ímóti at fáa raðfest fleiri tímar til setursskúla. Vit eiga at løna lærarunum fyri allar tímarnar, tey eru saman við næmingunum, tá tey eru á setursskúla.

Vit eiga at loyva næmingunum oftari út at vitja oyggjar, bygdir og býir okkara, so tey, tá tey eru liðug við fólkaskúlan, veruliga vita, hvør søguligi uppruni okkara er. Hvat tað er, ið myndar eitt ávíst øki av landinum, hvørjir møguleikar eru aðrastaðni enn har, vit koma frá?

Alt hetta er við til at stimbra fakligu læringina, samstundis sum vit læra alt tað óformella, sum ein setursskúli hevur at bjóða – tað at vera saman.

Við eini hægri játtan til setursskúla gera vit eina íløgu í trivnaðin, førleikarnar og framtíðina hjá okkara næmingum. Tað haldi eg, at okkara næmingar hava uppiborið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni