Tíðindi

Set ferð á lesigleðina

Í dag er altjóða lesidagur.

08.09.2023

Hvussu fáa vit børn og ung at stíga inn um dyrnar í heimin við fantastiskum bókum, har alt kann henda? Tað geva tveir lærarar í Danmark eitt boð uppá.

Áhugin fyri bókin minkar hjá teimum flestu, tá ið tey gerast tannáringar. Tað vátta nógvar lesivanakanningar, eisini føroyskar. Men spyrja við lærarar, so halda teir, at tað ber til at fáa børn og ung at finna gleðina at lesa.

Lærupallurin Alinea hevur tosað við tveir lærarar, sum eisini eru virknir á Instagram, har teir royna at røkka út til lærarar og læraralesandi við vitan og hugskotum. Tað gera teir eitt nú við at tosa politivt um tað at lesa samstundis sum teir geva íblástur og ráð.

Hanna Trab Damgaard, lærari í grunddeildini á Hurup skúla í Thy (@FRUSKOLELAERER (926 FYLGJARAR)

Hví hevur lesing – ella serliga frílesing – týdning?

Lesing hevur týdning, tí vit læra og fáa fleiri orð, og vit ogna okkum fakliga vitan. Men lesing hevur eisini nógv at siga, tá ið talan er um at skapa fitt, empatisk børn, sum duga at seta seg í støðuna hjá øðrum, og somuleiðis fyri at menna ímyndingarevnini. Og frílesing er serliga gott, tí vit náa ikki at lesa alt, sum vit vilja, mugu og skulu lesa, í skúlatíðini.

Hvussu kveikja vit lesigleðina hjá næmingum?

Í mínum flokki hava vit tríggjar kassar við bókum á ymiskum torleikastigi, og so hjálpi eg næmingunum at velja bøkur. Síðan leggja vit bøkurnar í frílesingarmappuna, har eisini ein lesisáttmáli er, har tey hvønn dag skulu skriva, hvat tey hava lisið og saman við hvørjum. Tað er eisini í hesi mappuni við frílesingarbókini, at skúlatingini standa skrivað, tað vil siga, at tað er í teirri bókini tey skulu lesa heima; tað haldi eg motiverar tey meiri at lesa, tí tá lesa tey okkurt, sum hóskar til teirra evni og áhugamál. Eg gevi eisini næmingunum avbjóðingar, sum kunnu skifta millum at vera vanligar bøkur ella bøkur á netinum, eins og vit eisini lurtilesa, lesa fyri tí, sum situr undirliðini á tær og í bólki. Eg arbeiði eisini við ymiskum tekstasløgum og geri bókaframløgur fyri flokkinum. Tað ger, at summar bøkur verða so væl umtóktar, at tær ferðast millum næmingarnar eftir einum bíðilista.

Hevur tú boð upp á eina bók, sum setir ordiliga ferð á lesigleðina?

Børn eru ymisk, so tað er ikki lætt at finna eina bók, sum øll tíma, men í innskúlingini eru nógvar stuttligar bøkur og bøkur um dýr, og tær riggar vanliga til tey flestu. Tú eigur eisini at hugsa bøkur, sum eru spennandi alt fyri eitt, tí børn megna ikki at hugsavna seg at bíða nakrar partar, til tað verður spennandi, og so skulu børn eisini kunna spegla seg í bæði søguni og høvuðspersónunum. Men tú veitst, um tú rakar rætt og hevur megnað at fingið næmingin at lesa, tá ið tann sjey ára gamli næmingurin við glógvandi eygum sigur við teg, at nú fer hann heim at lesa víðari.

Hvørji eru tíni bestu ráð til aðrar lærarar?

Tú skalt vísa næmingunum, at lesing ikki bara snýr seg um at sita still og lesa. Lesing kann saktans knýtast at spæli.

Hvør bók hevði týdning fyri teg sum barn?

Sum barn tímdi eg als ikki at lesa. Mamma mín gjørdi alt tað rætta, men lesing fangaði meg ikki fyrr enn eg gjørdist vaksin og sá eina meining við lesing og skilti fyrimunirnar við at kunna stíga inn í magisk univers, har tú kanst droyma teg burtur.

---

Rina Ghanoum, lærari í miðdeildini á Dansborgskolen í Hvidovre @RINA_GHANOUM (1.164 FYLGJARAR)

Hví heldur tú, at lesigleðin hjá børnum og ungum minkar við aldrinum?

Tað kunnu tað vera nógvar orsøkir til, men eg haldi, at tað snýr seg um úrvalið av ungdómsbókum á bókasavninum. Næmingarnir hava ilt við at finna eina bók, ið talar til teirra, og tað er spell. Lesing kann hjálpa teimum at skilja tankarnar, kenslurnar og gerðirnar hjá øðrum – og tað ger næmingar eisini meiri kreativar og búnar. Og so kann lesing eisini hava positivt árin á tey og fáa tey at slappa av.

Hvussu kveikir tú lesigleðina hjá næmingum?

Frá byrjanini á skúlaárinum geri eg eina ætlan, har næmingarnir síggja, hvat fyri lesivirksemi eg ætli, at vit skulu hava. Í ár hava vit til dømis tvær rithøvundavitjanir á skránni, vit gera faldibøkur og bókaummæli, hava lesiring og flokslesibingo, taka lut á lesidegnum og so framvegis. Tað kann virka at vera nógv at byrja við, men við at varpa ljós á lesingina á henda hátt, gerast tey forvitin.

Eg arbeiði eisini við kreativari lesing, har vit leggja dent á at gera tað stuttligt fyri einstaka næmingin at lesa. Og so arbeiða vit við lesisitatum, har næmingarnir skulu svara upp á spurningar, so sum “hví lesur tú?”, “hví verður tú glaður av at lesa?”, “nær er tað ringt at lesa?” og so framvegis. Mann kann heingja sitatini upp í flokkinum og brúka tey, tá foreldrasamrøður eru, har næmingarnir meta um seg sjálvar á einum lesigleðibarometri og tosa við foreldrini um tað.

Hevur tú gott hugskot um eina bók, sum kann fáa onnur at lesa?

Tað kann vera spøkilsisklassikarin Dødningedukken eftir Peter Mouritzen, sum snýr seg um ein rithøvund, sum er gestalærari í einum skúla, har ymiskt knappliga hendir, sum fær hárini á arminum at reisa seg. Tá ið eg taki slíkar bøkur fram, leggi eg vanliga eina lesitilgongd til rættis, har sjálvt lesiumhvørvið fær týdning fyri lesingina, til dømis við at lesa ein part upp í kjallaranum í skúlanum og brúka bakgrundstónleik ella lummalykt, sum er við til at hvessa sansirnar hjá næmingunum og tendra undir lesigleðina.

Hvat er tíni bestu lesiráð til aðrar lærarar?

Tú eigur ikki bara at fokusera á lesiførleikar. Lesihugurin eigur at viga eins nógv og lesiførleikarnir og eigur at fáa allan stuðul, við til dømis at umstøður og rúm verða skaptar, sum ger tað hugnaligt hjá næmingunum at lesa. Mann eigur eisini at fáa næmingarnar at siga øðrum frá góðum lesiupplivingum.

Hvør bók hevði týdning fyri teg sum barn?

Harry Potter-røðin hevur altíð hava serligt pláss í mínum fantasihjarta. Eg ímyndaði mær, at eg var Hermione, og um kvøldið lá eg altíð í songini við lummalykt og las. Í fantasitekstaslagnum kundi eg ferðast hagar, eingin setti nøkur krøv, og eg var bara bundin av avbjóðingunum hjá teimum, sum eg kundi lesa um í bókini.

Kelda: alinea.dk

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni