Leys størv

Seks spennandi størv til serskúlatilboðið Pallin í Vágum.

Søkt verður eftir námsfrøðingum og lærarum, tilsamans seks størv frá 1.august. Fýra eru føst og tvey eru tíðaravmarkað frá 1.august 2024 - 31.juli 2025.

Pallurin er eitt serskúlatilboð í Vágum, við eini eind í Sørvágs skúla og eini eind í skúlanum á Giljanesi.

Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin er næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Skúlatilboðini eru staðsett í skúlunum fyri at tryggja, at næmingar í skúlatilboðunum eftir tørvi og førleika kunnu vera partur av bæði undirvísingarliga og sosiala partinum í gerandisdegnum í skúlanum.

Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við leiðsluna og foreldrini, er tilboðið nógvum næmingum at gagni.

Førleikakrøv

Tey, ið sett vera, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving og fólkaskúlalæraraútbúgving.

Okkum tørvar námsfrøðingar og lærara, sum:

• eru fyrikomandi og jaligir

• duga at samstarva í toymum og tvørtur um staðsetingarnar

• hava breitt menniskjasýni • hava áræði at taka ábyrgd

• dáma avbjóðingar og duga at hugsa kreativt

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er í Sørvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Setanarbrotið hjá læraranum er 1.0

Námsfrøðingar verða løntir eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-20, 11-21. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv. Um umsøkjari við námsfrøðiligari útbúgving ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv frá 01.08.24 - 31.07.25. Setanarbrotið hjá námsfrøðinginum er 0.85

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági – dania.niclasen@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni 2024, kl. 12.00.

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post: dania.niclasen@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.