Tíðindi

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Skúlatrøð

Skúlastjórin farnu sjey árini er farin í annað starv, og tí søkir Undirvísingarstýrið eftir nýggjum stjóra at seta frá 1. september.

01.07.2024

Undirvísingarstýrið sóknast eftir einum dugnaligum stjóra, sum hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í einum av størstu fólkaskúlunum í Føroyum.

Starvið sum skúlastjóri á Skúlatrøð verður lýst leyst at seta frá 1. sept. 2024 ella sum skjótast eftir tað. Á Skúlatrøð eru skúlaárið 2024/25 í alt 751 næmingar innskrivaðir í 1.-10. flokk. Eitt sertilboð er eisini skipað við 56 næmingum. Starvsfólkaliðið á Skúlatrøð er um 80 ársverk.

Á Skúlatrøð er móttøkuskúli fyri næmingum úr hinum skúlunum í Norðoyggjum. Næmingarnir koma í hádeildina á Skúlatrøð. Skúlin umsitur eisini felags førleikastovu fyri skúlarnar í Norðoyggjum.

Í starvslýsingini stendur eitt nú, at skúlastjórin skal standa á odda fyri dagførdari, fakligari og  námsfrøðiligari menning og fremja mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk hava umstøður fyri fakligari. Harumframt skal skúlastjórin virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við fyriliti fyri næmingum og starvsfólki. Tað ber til at lesa starvslýsingina her


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni