Tíðindi
04.07.2025
Í dag eru allir fólkaskúlar í Danmark tongdir at einum námsfrøðiligu tænastudepli, stytt til PLC. Nú vil barna- og undirvísingarmálaráðharrin við eini lógarbroyting broyta navnið til tað, sum millum fólk, skúlar og kommunur er vanligari at brúka, nevniliga skúlabókasavn. Hóast stovnurin broytir navn, verða mest týðandi uppgávurnar á tænastudeplunum í óbroyttar.
”Hvussu nógvir næmingar og foreldur vita, hvat ein námsfrøðiligur tænastudepil er? Og tað verður uppaftur ógreiðari, tá ið heitið verður stytt til PLC. Tað er ikki líka mikið, hvussu vit nevna lærugreinir, høli og annað í skúlanum. Tað hevur virði í sjálvum sær at sleppa undan undirskiltum og eliterum fyribrigdum, sum ger tað møguligt hjá øllum at vera partur av samrøðuni um skúlagerandisdagin,” sigur Mattias Tesfaye.
Í donsku fólkaskúlalógini fer at koma fram, at námsfrøðiligu tænastudeplarnir skulu samstarva við fólkabókasøvn, hava undirvísingarmiðlar til taks til undirvísingina í skúlanum, her íroknað bøkur til frílesing hjá næmingum, og bjóða vegleiðing. Danski ráðharrin heldur, at týðandi uppgávurnar í námsfrøðiligu tænastudeplunum skulu verða skrivaðar inn í fólkaskúlalógina undir skúlabókasøvn. Eitt uppskot til broyting um navnabroytingina frá námsfrøðiligum tænastudepli til skúlabókasavn er sent út til hoyringar. Væntandi kemur uppskotið fyri á fólkatingi í oktober.
Námsfrøðiligi tænastudepilin stendur eina ferð nevnt í føroysku fólkaskúlalógini; annars verður skúlabókasavn brúkt. Í nýggjastu bókasavnslógini, sum er frá 2024, verður bara skúlabókasavn brúkt.
Kelda: uvm.dk
Savnsmynd: Ólavur Frederiksen