Tíðindi

Rannvá Margreta Matras-Olsen skúlastjóri í Velbastaðar skúla

Landstýrissmaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Rannvá Margretu Matras-Olsen í starv sum skúlastjóri í Velbastaðar skúla frá 1. august 2025 at rokna.

08.07.2025

Rannvá, sum er 42 ára gomul og býr í Vestmanna, tók læraraprógv í 2011 frá Føroya læraraskúla og í 2014 ískoytisútbúgving til Bachelor of Education.

Rannvá hevur royndir frá Vestmanna skúla síðani 2011. Hon hevur undirvíst í øllum deildum í skúlanum, á Melini og seinastu 3 árini røkt uppgávuna sum kt-vørður í Vestmanna skúla.

Rannvá fór í 2023 undir leiðsluútbúgvingina Master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya, og hevur í summar lokið fyrsta stig, diplom á masterstigi í leiðslu og skipan.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni