Leys størv

Porkeris skúli søkir eftir tveimum lærarum

Søkt verður eftir 2 lærarum og 1 námsfrøðiligum stuðulsfólki til skúlaárið 2025/26

Ert tú ágrýtin og engageraður? Kundi tú hugsa tær at arbeitt á einum lítlum og spennandi skúla?So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.

Í Porkeris skúla vera 34 næmingar í 1.-7. árgangi komandi skúlaár. Á skúlanum starvast 4 lærarar. Harafturat samstarva vit við Vágs skúla, bæði um lærarar og 7. flokk. Vit leggja stóran dent á at hava ein mennandi og fjølbroyttan skúla, m.a. skipa vit fyri ymiskum tiltøkum á skúlanum og luttaka í kappingum og verkætlanum:

First Lego League
Betri vinir
Skúlaleikir
Pangea
Evnisvikur
Spæliliðið
Samstarv við Musikskúlan
Lesivikur
Útferðir
Seta eplir niður/taka eplir upp

Hevur tú hug at gerast partur av okkara starvsfólkahópi, ert tú vælkomin at søkja.

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025:

1 lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/26 vegna lærara í barnsburðarfarloyvi.

1 lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/26 vegna lækkað tímatal og avlopstímar, tímatalið verður endaliga ásett eftir 1. sept.

1 námsfrøðiligum stuðulsfólki til 400 árstímar (uml. 10 klokkutímar um vikuna). Starvið verður lønt eftir sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum.

Tey, ið sett verða, skulu:

vera fyrikomandi, jalig og duga væl at samstarva.
vera stundislig og nærløgd.
vilja taka á seg spennandi, avbjóðandi og mennandi uppgávur í skúlanum.
taka lut í dagliga arbeiði skúlans undir ábyrgd leiðslunnar og vera við til áhaldandi at menna skúlan.

Førleikakrøv til lærarastørvini:

Læraraútbúgving.

Vit sóknast eftir lærara, sum kann undirvísa í føroyskum, støddfrøði, donskum, enskum, náttúru og tøkni, handaverk og list, kristni, heimsstaðarlæru og ítrótti. Eisini sóknast vit eftir lærara, sum vil taka ein virknan leiklut í “Betri vinir" verkætlanini í grunddeildini.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Meira fæst at vita um størvini frá Beintu Gudfinnsdóttir Jacobsen á tlf. 276869.

Umsóknir, saman við c.v. og avriti av prógvum, skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 22. mei 2025 kl. 12. Umsóknir kunnu sendast til beinta.g.jacobsen@skulin.fo ella

Porkeris skúli, Gjørðabrekka 10, 950 Porkeri

Les meira um skúlan á www.porkerisskuli.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni