Tíðindi
19.09.2025
Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum og Betri Stuðli og byrjar tann 1. november 2025 ella eftir nærri avtalu.
Um verkætlanina
Støddfrøði í verki er ein virkismennandi granskingarverkætlan, sum umframt at skapa vitan, hevur til endamáls at førleikamenna lærarar og styrkja støddfrøðiliga førleikan hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans. Hetta verður gjørt við at menna og royna undirvísingartilfar, ið fremur støddfrøðiligan modelleringsførleika.
Støddfrøðilig modellering snýr seg um at loysa trupulleikar úr veruleikanum við at umseta teir til støddfrøðiligar trupulleikar, sum kunnu greinast við støddfrøðiligum amboðum, sum til dømis roknireglum og frymlum, og síðani tulkast aftur til upprunaliga samanhangin. Modelleringshugsanin ger støddfrøði viðkomandi fyri næmingar.
Verkætlanin verður framd sum ein tilgongd við kanningarsniðgávu (design research), har undirvísingartilfar verður ment, nýtt í verki og eftirmett í einari endurtakandi tilgongd.
Um starvið
Tann ph.d.-lesandi fær høvi at menna sín granskingarførleika í støddfrøði undirvísing í føroyskum samanhangi í tøttum samstarvi við føroyskar og altjóða granskarar á økinum. Verkætlanin verður knýtt at Barna- og ungdómsgranskingardeplinum á Fróðskaparsetrinum, og høvuðsvegleiðari verður Ingi Heinesen Højsted, lektari og granskingarleiðari á Námsvísindadeildini.
Tað hevur týdning, at umsøkjarin hevur áræði og hug til eina akademiska yrkisleið sum granskari og undirvísari og hevur serligan áhuga fyri støddfrøði undirvísing. Starvið krevur eisini góð analytisk evni og góð evni at fáa til vega nýggja og týdningamikla vitan. Harafturat hevur starvið við sær, at umsøkjarar vistast uttanlands ávís tíðarskeið í sambandi við ph.d.-skeið, ráðstevnur og uppihald á øðrum universiteti.
Nærri uplýsingar um ph.d.-verkætlanina kunnu fáast við at venda sær til Inga Heinesen Højsted.
Førleikar
Umsøkjarin verður mettur eftir fakligum førleikum og motiveraðu umsóknini, eins og evnunum at arbeiða sjálvstøðugt og granskingargrundað. Harumframt er tað eitt krav at umsøkjari hevur:
Viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving - til dømis støddfrøði, náms- og undirvísingarfrøði ella aðrari viðkomandi vísindagrein
Áhuga fyri og royndir við støddfrøði undirvísing og/ella námsfrøðiligum tilgongdum
Góðar analytiskar og akademiskar førleikar
Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
Góðar førleikar í skrivligum og munnligum samskifti á føroyskum og enskum
Umsóknin skal fevna um:
Upplýsingar um tína fakligu og yrkisligu bakgrund, royndir og motivatión fyri at søkja júst hetta starvið (umleið 1 síða)
CV og avrit av próvskjølum, váttanum og viðmælum
Samanumtøka av høvuðsritgerð/masterritgerð
Yvirlit yvir møguliga útgivnar greinar (í mesta lagi fimm)
Setanarviðurskifti
Setanin er ein 3 ára ph.d.-útbúgving við innskriving á Fróðskaparsetri Føroya sambært Kunngerð nr. 108 frá 10. juni 2025 um philosophiae doctor-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Umframt sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði hevur ph.d.-lesturin við sær, at umsøkjarin ognar sær royndir við miðling og undirvísing, og at viðkomandi tekur ph.d.-skeið eftir nærri ásettum leisti.
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, sum tú finnur her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya (stig 1). Starvið er tíðaravmarkað í trý ár.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 3. oktober 2025 klokkan 12.00.
Les meiri her