Tíðindi

Ov lítið av føroyskum tilfari til børn á alnetinum

Foreldur sakna føroyskar barnasangir á Youtube, so tey kunnu læra seg sangirnar fyri síðan at syngja saman við børnunum.

24.10.2018

Eingin loyna er, at skíggin fyllir nógv hjá føroyskum børnum í øllum aldursbólkum, og einki bendir á, at tað fer at broytast. Børnini sita nógv á alnetinum, og ein heimasíða, ið verður nógv brúkt, er Youtube. Á Youtube verður hugt at sjónfílum, ið eru á enskum, donskum og enntá á russiskum. Um ein leitar eftir føroyskum tilfari á Youtube, er tað syndarliga lítið at finna, og so skjótt ein er liðugur at hyggja at einari føroyskari sjónfílu, so fer tað av sær sjálvum víðari til eina aðra sjónfílu, ið ikki er føroyskt. Í dagsins samfelag í Føroyum verður nógv tosað um, at børn brúka ov nógv útlendsk orð, men hvussu kunnu vit vera við til at bata um støðuna? Eitt hugskot er sjálvandi at gera meir av føroyskum sjónfílum á Youtube. Fleiri foreldur sakna føroyskar barnasangir á Youtube, so tey kunnu læra seg sangirnar fyri síðan at syngja saman við børnunum. Hetta verður eisini við til at fáa børnini meira áhugað í føroyskum sjónfílum.

Tað eru nakrar vikur farnar aftur um bak, síðan Námsvísindadeildin hevði eina evnisviku um tey 17 heimsmálini. Enn verður hugsað um tær ymsu hugvekjandi og kreativu framløgurnar, ið vóru. Vit hava øll ymiskar hugsanir um hesa viku, og øll hava ymsar framløgur, ið liggja fremst í minni.

Trupulleikin við ov lítið av føroyskum tilfari á føroyskum á alnetinum var eitt evni á evnisvikuni á Námsvísindadeildini. Tveir bólkar í 1.P (námsfrøðilesandi) á Námsvísindadeildini arbeiddu júst við hesum evninum á evnisvikuni. Áðrenn evnisvikan byrjaði, høvdu tey um mál og tvímæli í undirvísingini, og hildu tí tað vera eitt gott evni at viðgera. Tey vóru samd í, at tað er alt ov lítið av føroyskum tilfari til børn á alnetinum, og børn brúka nógva tíð á Youtube. Eisini eru tað fleiri børn, ið duga at syngja og telja á enskum, áðrenn tey duga á føroyskum, og tí ávirkar hettar almikið málið. Evnisvikan gav teimum høvi at gera filmar av tveimum føroyskum barnasangum og leggja tað á Youtube. Filmarnir vórðu gjørdir úr endurnýtslutilfari, og tað tók teimum eina viku at leggja til rættis og skapa filmarnar. Tað endaliga úrslitið varð víst fyri øllum teimum lesandi á Námsvísindadeildini, og hetta varð tikið avbera væl ímóti. Filmarnir kunnu síggjast á Youtube við at fylgja hesum leinkjum: Vestan fyri Mykines: https://www.youtube.com/watch?v=LQ9-vGBIbW8

Hygg mín kjóli:  https://www.youtube.com/watch?v=3mI64i7BG_g

Sum sæst, so skal ikki nógv til fyri at skapa føroyskt tilfar til alnetið. Tað einasta, ið kanska verður ein vansi, er tíðin, tí tað er tíðarkrevjandi at gera slíkt, men hetta er nakað børnini sjálv kunnu verða við til at skapa og fáa gleði av. Eisini er hetta ein góður møguleiki hjá fólkaskúlum og dagstovnum at skapa nakað saman, ið gagnar øllum børnum í Føroyum.

Tekstur og mynd: Lis Jacobsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni