Tíðindi

Orðblindaøkið trý ársverk

Samanlagt fær orðblindaøkið í fólkaskúlanum umleið 5000 tímar árliga; tað svarar til gott trý ársverk; hesi trý ársverkini skulu røkka øllum næmingum fólkaskúlans, foreldrunum hjá orðblindanæmingunum og lærarunum, sum tørvar ráðgeving og uppfylging, soleiðis at teir megna at fevna um næmingar við orðblindi í undirvísingini.

08.07.2025

Tað, sum tímarnir í roynd og veru røkka til, er at gera yvirlitskanningar av næmingum í triðja flokki og greina tær og síðan gera einstaklingakanningar, um yvirlitskanningarnar vísa, at tørvur er á tí. Tað sigur Annika K. Joensen, orðblindalærari og forkvinna í Orðblindalærarafelagnum.

- Einstaklingakanningarnar kunnu vísa ymiskt, sum má kannast neyvari; næmingurin kann vera ógviliga orðblindur, lættari orðblindur ella okkurt harímillum. Undir øllum umstøðum skal ein greið og neyv niðurstøða verða gjørd, hvørja ferð ein kanning verður gjørd, og frágreiðing verða skrivað. Foreldrini skulu verða kunnað og fáa ráðgeving, soleiðis at tey kunnu vera børnunum til hjálpar, lærararnir skulu hava ráðgeving um amboð og tilfar, og næmingurin skal hava undirvísing í at brúka amboðini, men verandi játtan røkkur ikki til hetta arbeiði.

Krav er, at allir næmingar í triðja flokki verða kannaðir fyri orðblindi. Hetta skúlaárið eru 36 næmingar í triðja flokki í Eysturkommunu. Tað kann vera ógviliga ymiskt frá ári til ár, hvussu nógvir næmingar verða einstaklingakannaðir; okkurt árið kanska ein í hvørjum triðja flokki, onnur ár upp í fimm næmingar; í miðal verða ein-tveir næmingar í hvørjum flokki einstaklingakannaðir.

- Sama um tað eru ein ella fleiri, so fer ein stórur partur av tímajáttanin til hesar kanningarnar. Tað er ringt at telja tímar, tá tørvurin er so stórur. Tað kemur sjálvandi til eitt mark hjá summum, tí hvussu leingi orkar mann at arbeiða meiri enn tað, sum mann fær tillutað og løn fyri. Eg eri tó sannførd um, at flestu okkara arbeiða meiri enn hesar tímarnar. Gera vit ikki tað, mugu vit sýta fyri at hjálpa teimum, sum biðja um hjálp, ráðgeving og vegleiðing ella lata vera við at førleikamenna okkum. Tað hevur týdning alla tíðina at ogna sær nýggja vitan, tá talan er um eitt øki sum orðblindi.

Hóast orðblindalærararnir kýta seg og leggja nógv fyri at gera arbeiði sítt til lítar, so hevur tað avleiðingar, at orðblindaøkið ikki hevur nøktandi tal av tímum. Eitt nú gongur tað út yvir ráðgevingina til foreldur, sum hava børn við orðblindi, ásannar Annika K. Joensen.

- Foreldur hava stóran týdning, tá ið talan er um at hjálpa børnunum við amboðum og tilfari. Men skulu tey hjálpa børnum sínum, mugu tey hava vegleiðing og ráðgeving. Eg undirvísi eisini í kvøldskúlanum, so eg plagi at heita á foreldur at melda seg til kvøldskúlan, soleiðis at eg har kann ráðgeva teimum í amboðunum, sum eru til orðblind. Tað er tó ikki í øllum økjum í landinum, at foreldur eru so heppin at fáa hesa ráðgevingina í kvøldskúlanum.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni