Tíðindi

Onnur viðgerð av uppskoti um broytingar í fólkaskúlalógini

Í morgin er onnur viðgerð í Løgtinginum av uppskoti um broytingar í fólkaskúlalógini

29.04.2025

Talan er um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan. Broytingarnar hava við ásetingar um skipan av lærugreinum, skipan av bygnaði fólkaskúlans, tal av undirvísingartímum, skúlaøki, skúlasamband og inklusjón og annað. Samanlagt broytingar, sum fevna víða og sum fara at hava stóra ávirkan á gerandisdagin í fólkaskúlanum.

Landsstýrismaðurin í barna-og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, legði upprunaliga uppskotið fyri tingið 7. mars 2025, fyrsta viðgerð var 11. mars 2025, og síðan hevur tað verið í mentanarnevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á tveimum fundum. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Kommunufelagið, Skúlaleiðarafelagið, Foreldrafelagið Heim og Skúli, Føroya Lærarafelag og landsstýrismannin í barna-og útbúgvingarmálum saman við ávikavist Fólkaskúlaráðnum, Námi og Undirvísingarstýrinum.

Í álitinum frá eini samdari mentanarnevnd kunnu vit lesa, at broytingarnar í uppskotinum eru í stóran mun partur av tilmælunum, sum arbeiðsbólkur undir Barna-og útbúgvingarmálaráðnum hevur mælt til. Arbeiðsbólkurin varð settur í 2021 av táverandi landsstýrismanni í Uttanríkis-og mentamálum, Jenisi av Rana.

Mentanarnevndin er stórtsæð samd um fleiri av broytingunum, sum eru í uppskotinum og við endamálinum at skapa ein betri og rúmligari skúla. Hinvegin er talan um eitt víðfevnt uppskot, sum fer víða um, og í summum førum metir nevndin, at neyðugt er við størri varsemi. Tað ber til at lesa meiri um, hvat mentanarnevndin heldur og onnur skjøl í málinum her.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni