Tíðindi
05.06.2025
Rættleiðing: Í grein á heimasíðu Skúlablaðsins í apríl segði forkvinnan í Kristnilærugreinafelagnum, at í sambandi við broytingarnar, sum skulu gerast í fólkaskúlalógini, var uppskot frammi um at skerja lærugreinina kristni, men at hon tá ið avtornar ikki missir undirvísingartímar.
Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, ger nú vart við, at hetta er ikki í samsvari við veruleikan, og at útsøgnin kann geva eina skeiva mynd av innihaldinum av lógaruppskotinum av broytingum í fólkaskúlalógini. Talan hevur ikki verið at skerja tímatalið til lærugreinina kristni, hetta hóast ætlanin var at minka samlaða talið av undirvísingartímum í fólkaskúlanum til í alt 28 tímar um vikuna.
Sambært tímatalinum í lógaruppskotinum var ætlanin, at kristni skuldi hava tveir tímar um vikuna gjøgnum øll árini í fólkaskúlanum, tað vil siga tilsamans 18 tímar um vikuna fyri allar flokkar. Hetta er ein øking í mun til verandi skipan, har kristni hevur til samans 16 tímar um vikuna. Hetta merkir tískil, at hóast samlaða undirvísingartalið í lógaruppskotinum var lækkað munandi, so skuldi lærugreinin kristni ikki verða skerd, har greiða ætlanin var, at kristnilærugreinin skulu hava tveir tímar um vikuna øll níggju árini í fólkaskúlanum.
- Í grundskúlanum var bert kristni innan lærugreinabólkin mentan og samfelag, til samans tveir tímar um vikuna í kristni í allari grunddeildini.
- Í miðdeildini vóru kristni og søga innan henda lærureinabólk við í alt fýra tímum um vikuna, sum var nokk til tveir tímar um vikuna í kristni og tveir tímar um vikuna í søgu.
- Í hádeildini vóru kristni, søga og samfelagsfrøði innan henda lærugreinabólk við fimm tímum um vikuna, har tað vóru tveir tímar um vikuna til kristni og tríggjar til søgu og samfelagsfrøði.
Savnsmynd