Tíðindi
27.11.2024
Mestsum allir næmingarnir í Skúlanum á Fløtum, Gulaskúla og í Lopfjølini hava seinastu dagarnar skrivað jólakort.
Skúlin hevur tikið væl ímóti átakinum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.
- Tey allarflestu hava skrivað jólakort til ommur, abbar, foreldur og aðra familju. Nøkur hava skrivað til vinfólk og kenningar. Og onkur einstakur hevur eisini sent mær eina jólaheilsan, sigur Regin við einum smíli.
Jólakortini eru eitt átak hjá Føroyar lesa og Føroya Lærarafelag. Regin sigur, at hetta er eitt stuttligt og serligt átak, har næmingarnir fáa høvi at gleða onkran við at senda eina heilsan, øðrvísi enn tey eru von við.
- Tá vit spurdu, vóru tað bara nøkur heilt fá, ið kendu til jólakort og enn færri, ið høvdu roynt at skrivað ella teknað eitt. So tá vit høvdu greitt frá, hvat jólakort merktu fyri tey, ið eru nakað eldri enn hesi, sum nú ganga í skúla, vóru næmingarnir beinanvegin við upp á at senda eina "gamaldags heilsan", sum tey nevndu tað.
Mestsum allir næmingarnir frá forskúla til 9. flokk hava teknað og skrivað heilsanir til bæði nær og fjar seinastu vikuna. Tey flestu brøvini eru til adressur í Føroyum. Nakað av heilsanum fara til Danmarkar og onnur Norðurlond, men her vóru eisini heilsanir til m.a. Frankaríkis, Senegal, Italia og so langt sum til Avstralia.
Skúlin á Fløtum hevur tikið væl undir við átakinum og mælir til, at hetta eisini verður samskipað av Føroyar Lesa næstu árini.
- Ja, hetta halda vit fegin fram við, um Føroyar Lesa, Føroya Lærarafelag, Føroyaprent og Posta stuðla einum slíkum átaki aftur næsta ár. So vónandi heldur næsti stjórin í Posta eisini, at hetta er eitt gott hugskot.
- Tað verða í øllum førum fleiri, sum kunnu hyggja í postkassan ein av næstu døgunum eitt sindur heitari um hjartað, sigur Regin, nú Posta hevur heintað oman fyri 1.400 jólakort í Skúlanum á Fløtum.
Kelda: saf.fo