Tíðindi
18.06.2025
Í mars var hugaroksdagur í donskum í Námi, har høvundarnir Olly Poulsen og June-Eyð Joensen løgdu fram, og kjakast varð um, hvørji krøv vit skulu seta til nýggja tilfarið í donskum, sum nú verður gjørt á heimligum botni.
Dansklærarar hava leingi víst á, at okkum manglar tilfar, sum er lagað til føroyskar næmingar.
- Hóast tað finst ein ørgrynna av góðum donskum tilfari, so er tað ikki ætlað frálæru í fremmandamáli hjá okkum, sigur June-Eyð Joensen, sum undirvísir í Eysturkommunu, og er skjót at vísa á, at hon hevur slekt bæði í Grønlandi og Danmark.
Eisini Olly Poulsen, sum er cand.pæd í didaktikki í donskum og undirvísir í Fuglafjarðar skúla, er fegin um ætlanina í Námi at menna okkara egna danska undirvísingartilfar.
- Fólkaskúlin má taka eitt tak og lyfta undirvísingina í donskum á eitt meira nútíðarhóskandi støði. Vit mugu flyta okkum frá at undirvísa í donskum, sum er tað okkara annað mál, til at undirvísa í málinum fyri tað, sum tað veruliga er, nevniliga eitt fremmandamál, sigur Olly, sum eins og June-Eyð legði fram sínar strategisku tankar um danskt í føroyska skúlanum á hugaroksdegnum í Námi.
- Hóast eg kann vísa á fleiri glottar, so sum at fleiri læraralesandi nú velja danskt, og at nýtt serføroyskt undirvísingartilfar er á veg, so er danskførleikin als ongin sjálvfylgja hjá okkara fólkaskúlanæmingum í dag, sigur Hanna Højbjerg Poulsen, námslektari í donskum á Námsvísindadeildini.
- Hjá mongum av okkara børnum og ungu er enska málið bæði hægri í metum og væl meira ment enn tað danska í dag. Tí hava vit júst nú tørv á dugnaligum dansklærarum og nýggjum, áhugaverdum og viðkomandi tilfari, um okkara fólkaskúlanæmingar framhaldandi skulu duga danskt og harvið hava atgongd til hini norðurlendsku málini, sigur Hanna, sum var við á hugaroksdegnum í Námi, har ætlanin um nýtt dansktlærutilfar varð løgd fram.
Les alla greinina, sum Birgir Kruse og Turid Thomsen hava skrivað, í Skúlablað nr 3, 2025, sum júst er komið. Mynd: Birgir Kruse