Tíðindi
09.04.2025
Leiðslan á Námsvísindadeildini hevur arbeitt við einum eftirútbúgvingarleisti í drúgva tíð, og umboð fyri Nám og Undirvísingarstýrið eru kunnað og spurd til ráðs í fleiri umførum. Nýggi eftirútbúgvingarleisturin tekur støði í teimum meginreglum, ið álítandi skúlagranskarar hava víst á seinnu árini:
* Fyrra meginreglan sigur, at um ein vil styrkja fólkaskúlan, so er tað minst líka týdningarmikið at bjóða útbúnum lærarum eitt dygdargott og viðkomandi eftirútbúgvingartilboð, sum tað er at menna sjálva læraraútbúgvingina.
* Seinna meginreglan sigur, at um eitt eftirútbúgvingartilboð skal kasta sum mest av sær, so skal tað fevna um eitt longri tíðarskeið og seta hóskandi krøv til skeiðsluttakararnar.
Hesar meginreglur hava fremstu læraraútbúgvingar í Evropa tikið til sín, og í fleiri londum eru orkan og fíggingin, ið ein nýtir til at eftirútbúgva núverandi starvsfólkalið, ikki so nógv minni enn orkan og fíggingin, ið ein nýtir at útbúgva nýggj starvsfólk.
Leiðslan á Námsvísindadeildini er hugkveikt av rákinum uttan úr heimi og hevur kannað, hvør eftirútbúgvingarskipan hóskar frægast til føroyska skúlaverkið.
Tað, ið eyðkennir tann eftirútbúgvingarleist, sum Námsvísindadeildin hevur valt, er, at hann er smidligur, og hann gevur fólkaskúlalærarum ymiskar valmøguleikar.
* Lærarar, ið hava hug at taka eitt stakskeið á masterstigi, hava møguleika til tess
* Lærarar, ið hava hug at taka fleiri skeið, hava møguleika til tess
* Lærarar, ið hava hug at taka eina heila masterútbúgving í námsfrøði, fara í framtíðini at hava møguleika til tess
Lærarar, ið hava hug at taka eitt skeið – og tað er tað
Lærarar kunnu taka stakskeið, ið eru rættað ímóti annaðhvørt einum lærugreinaøki, einum undirvísingaramboði ella einari serligari funktión í fólkaskúlanum.
Stakskeið á masterstigi, ið verða boðin út á heysti 2025, eru hesi:
* Tøknifatan og talgildisbúgving
* Flokslærarin og samstarv
* Náttúrufaksdidaktikkur – Lívfrøði
* Inkluderandi sernámsfrøði: Mál-, lesi- og skrivimenning
* Mentanar- og málsligt fjølbroytni – Máltøka, læring og undirvísing (kann eisini veljast sum valfak innan inkluderandi sernámsfrøði)
Stakskeið, ið verða boðin út á vári 2026, eru hesi:
* Kt-amboð og talgildar lærugongdir
* Relatiónsførleiki og floksleiðsluførleiki
* Náttúrufaksdidaktikkur – Útinámsfrøði
* Inkluderandi sernámsfrøði: Lesi- og skriviavbjóðingar og dysleksi
* Inkluderandi sernámsfrøði: Samskifti, relatión og trivnaður – Børn í kreppu, sorg og trauma
Øll stakskeið telja 10 ECTS.
Lærarar, ið hava hug at taka eina røð av skeiðum, ið innihaldsliga hoyra og hanga saman
Skeiðini, ið verða boðin út skúlaárið 2025/2026, eru øll partur av eini skeiðsrøð, ið heldur fram skúlaárið 2026/2027. T.v.s., at um ein skeiðsluttakari fær hug at fáa størri vitan um eitt skeiðsøki, so kann hann halda fram og velja eitt nýtt skeið í røðini árið eftir.
Tær skeiðsrøðir, ið vit bjóða út í fyrsta umfari, eru hesar:
* Flokslærarauppgávan: Skeiðsrøðin er sett saman av trimum skeiðum, ið øll snúgva seg um flokslæraraleiklutin, floksleiðslu, foreldrasamstarv og relatiónsarbeiði.
* Kt-didaktikkur: Skeiðsrøðin er sett saman av trimum skeiðum, sum øll varpa ljós á, hvussu ein kann nýta kt sum undirvísingaramboð í skúlaskipanini.
* Náttúrufaksdidaktikkur: Skeiðsrøðin er sett saman av trimum skeiðum, ið øll viðgera undirvísingar- og eftirmetingarhættir í náttúrulærugreinunum.
* Inkluderandi sernámsfrøði: Skeiðsrøðin er sett saman av fleiri skeiðum, ið øll vísa, hvussu ein kann skapa inkluderandi undirvísing og læringsumhvørvi fyri allar næmingar.
Lærarar, ið taka trý skeið í somu skeiðsrøð, fáa sjálvandi størri innlit í eitt skeiðs- og førleikaøki enn lærarar, ið bara taka eitt skeið.
Lærarar, ið hava hug at taka fleiri ólík skeið
Um ein lærari hevur hug at taka fleiri skeið yvir eitt longri tíðarskeið, so er tað ikki eitt krav, at hann skal velja skeið, ið hoyra til somu skeiðsrøð. Nakrir lærarar hava kanska hug og/ella tørv at taka eitt skeið, ið snýr seg um sernámsfrøði, eitt annað skeið, ið snýr seg um kt-didaktikk, og eitt eitt triðja skeið, ið snýr seg um flokslæraraleiklutin. Hetta hava teir heimild til, og hetta kann stundum verða minst líka skilagott fyri viðkomandi lærara, sum alt annað.
Námsvísindadeildin hevur tætt samskifti við Undirvísingarstýrið og Nám fyri at fáa innlit í, hvørji eftirútbúgvingartilboð, ið verða eftirspurd í fólkaskúlanum. Gongst sum ætlað, fer Námsvísindadeildin í næsta umfari at bjóða stakskeið og skeiðsrøðir, ið varpa ljós á føroyskt sum annaðmál, støddfrøðididaktikk, skúlabókavørðin og starvslæruvegleiðing. Hetta verður á vári 2027 og á heysti 2028.
Les meiri um eftirútbúgvingartilboðini í Skúlablað nr 2, 2025. Á myndini eru læraralesandi á Námsvísindadeildini.