Tíðindi

Nýggja heimildin letur upp fyri nógvum spennandi møguleikum

- Hetta skúlaárið verður eitt ár, har vit fara at gera okkum nógvar nýggjar royndir. Vit vóna, at ein styttri skúladagur og fleiri læraratímar í øllum árgangunum hjálpir næmingunum fakliga og sosialt, sigur Ester Poulsen, skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi.

02.09.2025

Í vár fingu fólkaskúlarnir heimild at umskipa fimm tímar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinir innan handaverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum. Í Skúlanum á Giljanesi hava tey valt at gagnnýta hesa heimildina á tamb, fyrst og fremst við at seta inn í øllum flokkum við fleiri læraratímum og at umskipa lærugreinir. Allir flokkarnir uttan sjeyndi flokkur hava mist fimm tímar – sjeyndi hevur ístaðin mist fýra. Afturfyri hevur sjeyndi flokkur fingið fýra tímar í handverk og list samanborið við tveir, sum teir høvdu frammanundan.

- Í høvuðsheitum hava vit fyrst og fremst lagt okkum eftir at fáa tvítímar inn, serliga í grunddeildini, har tvílærarar eru nærum helvtina av tíðini í yngstu flokkunum, og miðdeildin og hádeildin hava eisini fingið fitt av tvítímum, sigur Ester Poulsen skúlastjóri.

Nýggja heimildin hevur eisini givið skúlanum møguleika at brúka væl fleiri tímar at menna breytirnar í hádeildini. Næmingarnir í hádeildini hava nú breyt hvønn mikudag frá klokkan 10.00 til 13.30. Haraftrat hava tey umskipað ítróttatímarnar, soleiðis at allir ítróttatímarnir eru lagdir saman frá sjeynda flokki og til níggjunda; hetta ger, at at rúm er fyri, at fleiri lærarar hava ítróttatímarnar.

- Vit hava sæð, at tað hevur verið tørvur á at gera ítróttatímarnar áhugaverdari og fjølbroyttari. Royndirnar eru, at næmingarnir skulka nógv frá ítrótti, tí teir tíma ikki so væl at hava ítrótt. Tí gera vit eina roynd at fáa samstarv í lag við ítróttafeløg í oynni, sum nógvir næmingar eru virknir í eftir skúlatíð. Samstarvið við ítróttafeløgini fer at geva næmingunum møguleika at royna ymiskar ítróttagreinar í skúlatíð. Við hesum vænta og vóna vit, at áhugi og hugur til ítrótt fer at vaksa hjá næmingunum.

Tá ið talan er um vallærugreinir, er tilboðið betur umtókt millum næmingarnar, enn tað hevur verið. Næmingarnir hava sjey vallærugreinir at velja ímillum, og onkur teirra er so væl umtókt, at bíðilisti er.

- Samanborið við síðsta skúlaár hava nógv fleiri næmingar valt vallærugreinir, og tað rokni eg við er orsakað av, at vit hava eitt fjølbroyttari úrval. Sjeyndi, áttandi og níggjundi flokkur eru saman um vallærugreinirnar fyri at hava so fjølbroytt úrval sum til ber. Vallærugreinin útilív og rørsla er so væl umtókt, at vit fara at leggja fleiri læraratímar inn, soleiðis at fleiri næmingar sleppa framat. Eg hugsi, at ein onnur orsøk til, at fleiri næmingar velja vallærugreinir er tí, at foreldrini eggja børnunum til at velja; velja tey ikki vallærugrein, er skúladagurin so øgiliga stuttur, og tað dámar foreldrunum illa.

Reglan er, at næmingarnir sleppa at royna ymsu vallærugreinirnar til heystferiuna fyri at vita, um teir tíma hana.

Umskipanin av tímum hevur eisini havt við sær, at allir árgangirnir hava styttri skúladag; fyrsti flokkur hevur til dømis 19 tímar samanborið við 24 tímar áðrenn. Kommunan hevur tí víðkað frítíðarskúlatilboðið til at taka við, tá skúladagurin endar.

- Vit hava hildið okkum til reglurnar, sum eru komnar við heimildini, tað er fyrst og fremst at víðka tvílæraraskipanina og styrkja handaligu lærugreinirnar og tónleik. Tað vil so vera, at tað gongur út yvir nakrar lærugreinir, sum missa tímar. Tað er ásett, hvørjar lærugreinir, vit ikki kunnu røra í sama mun, og vit hava tí tikið frá føroyskum í øllum árgangum, tó uttan í sætta flokki. Tað sama hava vit gjørt í støddfrøði. Danskt og enskt hava mist nógv, í summum árgangum helvtina. Tað krevur sjálvandi nógv av teimum lærarunum, sum skulu náa tað sama fakliga við færri tímum. Eg veit, at summir skúlar para lærugreinir, sum rigga saman, men tað hava vit ikki valt at gera enn; tað umhugsa vit til komandi skúlaár.

Tímar verða eisini brúktir at seta eyka inn í flokkum, sum tørvar eitthvørt eyka.

- Vit vóna, at ein styttri skúladagur og fleiri læraratímar í øllum árgangunum hjálpir næmingunum fakliga og sosialt. Trívast næmingarnir í skúlanum, læra teir. Við hesi heimildini, vit hava fingið, kunnu vit skjótari seta inn í flokkar, har tørvur er á tí, og har serligar avbjóðingar eru. Víðkaða tvílæraraskipanin fer eisini at hava við sær, at vit fáa eyga á trupulleikar og avbjóðingar fyrr.

Enn er ov tíðliga at siga, hvussu umskipanin av tímum fer at roynast; skúlastjórin hevur tó varhugan av, at styttri skúladagurin kemur væl við hjá nógvum.

- Summir næmingar eru bilsnir av at hava so tíðliga frí. Elstu flokkarnir hava ein langan skúladag, men annars er ongin longur í skúla enn til kl. 13.30. Lærarar skulu eisini laga seg til nýggja skúladagin; teir skulu læra at brúka tíðina øðrvísi. Vit fara í næstum at finna út av, hvussu vit skipa lærugreinirnar, sum hava mist tímar, soleiðis at næmingarnir samanlagt ikki fáa minni burturúr. Av tí at vit fingu hesa heimildina so seint, eru vit ikki komin á mál hesum viðvíðkjandi. Hinvegin hava aðrar lærugreinir fingið fleiri tímar, men eisini har skulu lærarar venja seg til tað.

Lærugreinin týskt liggur uttan fyri umskipanina. Næmingarnir, sum hava týskt, hava longri skúladag tveir dagar um vikuna.

Skúlarnir sleppa ikki at taka av undirvísingatímatalinum í sangi, tónleiki og øðrum lærugreinum innan handaverk og list ella í lærugreinum við tveimum tímum ella færri um vikuna. Í reglunum er eisini ásett, at skúlar kunnu í mesta lagi umskipa tríggjar tímar um vikuna í einstakari lærugrein og skulu tryggja, at tað hvørja viku eru í minsta lagi 50% eftir av tímunum í teimum lærugreinum, har tímar verða umskipaðir.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni