Tíðindi

Nú sleppa børn í Føroyum í vísindaklubba í frítíðini

Børn í stórum tali í Danmark hava í nógv ár havt tilboðið at koma í vísindaklubba eftir skúlatíð. Nú fáa børn í Havn sama tilboð.

21.08.2025

Í heyst sleppa børn fyri fyrstu ferð at ganga til vísindi sum frítíðarítriv; henda møguleikan hava børn og ung í Danmark havt í nógv ár.

Í vísindaklubbanum sleppa børnini at kanna bein, bitlasmáar mikroorganismur undir luppi, blanda ymiskar løgir saman og at leita eftir smákyktum í nærumhvørvinum.

Tilboðið er sera væl umtókt í Danmark. Á hvørjum ári standa børn í hundraðtali á bíðilista.

Hetta er ein dreymur, vit hava havt í nógv ár, at sleppa at bjóða børnum og ungum í Føroyum henda møguleikan at gerast partur av forvitna felagsskapinum í vísindaklubbanum, sigur stjórin í vísindaklubbanum, Rikke Schmidt Kjærgaard.

Ung undirvísa børnum

Tað er størsti miðnámsskúlin í Føroyum, Glasir, sum er farin í samstarv við danska vísindaklubban og á tann hátt skipað fyri, at hetta væl umtókta tilboðið verður boðið út í heyst. Tilboðið fer at halda til á Glasi, og skúlin syrgir fyri at fáa næmingar at bjóða seg fram at undirvísa.

Ung-til-ung-konseptið er týðandi partur í tilboðnum, eitt nú tí, at tað merkir, at tú ert okkurt fyri onkran annan uttan, at slíkt sum karakterir, kapping ella trýst at avrika er inni í myndini. Tað snýr seg eittans um at hava tað stuttligt og vera forvitin saman.

Glasir hevur valt at samstarva við vísindaklubban fyri at geva okkara næmingum møguleikan at royna seg at miðla vísindi. Vit vilja geva teimum fakliga dugnaligu næmingunum avbjóðingar, og vit eru spent at koma í gongd, sigur Eyðstein Simonsen, útbúgvingarleiðari.

Genturnar færri

Ein kanning frá 2021 vísir, at børn og ung í Føroyum sum heild eru ógviliga virkin í frítíðini. Bara eitt prosent av børnum og ungum íðka ella ganga til ítriv. 73 prosent eru við í onkrum felagsskapi. Tó sær tað út til, at genturnar fella frá, so hvørt tær gerast eldri; orsøkin kann hugsast vera ein mótvilji ímóti at vera partur av onkrum, har kapping er týðandi partur.

Rikke Schmidt Kjærgaard vónar, at tilboðið hjá vísindaklubbanum talar til teirra, sum vilja sleppa undan kapping og tað at skula avrika.

Vit vita frá kanningum, at nógv sum heild kann verða gjørt fyri at fáa børn og ung at trívast betur í frítíðini. Tað hevði verið fantastiskt, um vísindaklubbin kann skumpa undir blómandi frítíðarmentanina og geva gentum ein møguleika, har kapping ikki er ein partur, sigur hon.

Fakta:

Vísindaklubbin er ætlaður børnum í 4.-6 flokki – eitt tilboð á jøvnum føti við onnur frítíðartilboð. Tú kanst rokna við at sleppa at gera vísindaligar royndir innan alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði og aðra vísindi. Undirvísingin verður hvønn týsdag frá 16 til 17.30 frá viku 43 til 49.

Hesi stuðla: Novo Nordisk Fonden, A.P. Møller Fonden, Villum Fonden, Dansk Industri, Slots- og Kulturstyrelsen og fleiri.

Kontaktupplýsingar:

Charlotte Price Hoffmann, samskiftisstjóri í vísindaklubbinum 
Tlf. 0045 61 10 71 93 / t-post: charlotte@videnskabsklubben.dk 

Eyðstein Simonsen, útbúgvingarleiðari á Glasi

esn@glasir.fo

Brynjálvur I. Johansen, lærari og samskipari á Glasi
bij@glasir.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni