Tíðindi

Næmingatalið í forskúlunum tvífaldað eftir tíggju árum

Fyri fimtan árum síðan var ein forskúli í Føroyum; í dag eru teir 13 í tali. Samlaða talið á børnum svarar til ein hálvan árgang av børnum.

21.05.2025

Áðrenn 2010 var ein forskúli í Føroyum, tann søguliga forskúlin í Sankta Frans skúla, sum hevur ein mansaldur á baki. Tað eru nevniliga 60 ár í ár, síðan forskúlin í Sankta Frans skúla læt upp. Tað var í 1965, tá ið fransiskanarasystrarnar fóru undir forskúla. Fyrstu mongu árini undirvístu systrarnar, men so við og við komu aðrir lærarar. 45 ár gingu, til enn ein forskúli var settur á stovn; tað var í 2010, tá forskúli kom í Leirvík, núverandi Eysturkommunu, og síðan í Skálabotni, tá ið Frískúlin Keldan fór undir forskúla. Í 2010 gingu 71 børn í teimum trimum forskúlunum. Næstu trý árini vóru hesir tríggir forskúlarnir teir einastu, til í 2014, tá ið Skúlin á Argjahamri fór undir forskúla. Í 2014 vaks talið á forskúlabørnum til 128.

Síðan eru fleiri forskúlar komnir, fyrst í Runavíkar kommunuskúla, í Eiðis skúla og Skála skúla. Lítliskúli fór undir forskúla í 2016 og Skúlin á Fløtum í 2020. Forskúlalíknandi forskúlar eru eisini komnir í Nólsoy, í Kaldbak, á Velbastað og í Oyndarfirði. Fyri tveimum árum síðani setti Tvøroyar skúli forskúla á stovn.

Í ár er talið á forskúlum 13, og tað verður tað sambært hagtølum frá Undirvísingarstýrinum eisini komandi ár. Talið á børnum kvinkar úr 301 í ár til 310 komandi ár, sum er umleið ein hálvur árgangur av børnum.

Forskúlin í Sankta Frans skúla hevur flestu árini verið nógv størstur, men seinnu árini hava aðrir hálað seg inn á hann. Forskúlin í Skúlanum á Fløtum er bæði í ár og komandi ár størstur við ávikavist 62 og 66 børnum.

Eingin námsætlan er fyri forskúlarnar; innihaldið og skipanin í forskúlaflokkum eru hinvegin lýst í lóg og kunngerð. Fólkaskúlalógin ásetur, hvat forskúlarnir skulu arbeiða við í høvuðsheitum, og kunngerðin greinar bæði skipan og innihald.

Ásett er í fólkaskúlalógini, at í forskúlaflokki skulu børnini verða kunnað um dagliga lívið í skúlanum, læra at vera í skúla og at vera trygg við undirvísingarstøðuna, har tað fer fram eitt samspæl millum læring og leik; børnini skulu læra grundstøðið undir lesing, skriving og rokning, læra at nýta bókasøvn, handaligt virksemi, tónleik, rørslu, at lurta og verða aktivur luttakari í undirvísingarstøðuni og í tí sosiala samverupartinum. Skipað samstarv skal verða millum lærarar og pedagogar í forskúla, byrjanarundirvísing og frítíðarskúla.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni