Tíðindi

Næmingar læra meiri við verkligari undirvísing

Tá ið næmingar byggja, framleiða ella røra seg, minnast teir betur tað, teir hava lært. Tað eru flestu lærarar samdir um, vísir nýggj kanning.

18.07.2025

Nógvir lærarar hava royndir av, at næmingarnir minnast tilfarið betur og verða meiri hugfangaðir í undirvísingini, tá ið næmingarnir brúka hendur og sansir í verkligari undirvísing. Tað vísir nýggj, donsk kanning frá Grundskolepanelet, har næmingar, lærarar og námsfrøðingar eru spurdir, hvussu nógv verklig undirvísing fyllir í gerandisdegnum.

”Tú lærir ikki at baka við at lesa eina uppskrift. Tú skalt hava hendurnar niður í deiggið. Soleiðis er eisini við verkligari undirvísing í fólkaskúlanum – børn læra meiri, tá ið tey gera okkurt við hondunum. Eg eri sera fegin um, at vit við síðstu fólkaskúlaavtaluni seta meiri ferð á verkliga undirvísing og vallærugreinir. Og so geva vit ungum, sum heldur vilja læra í eini fyritøku enn framman fyri eini talvu, ein møguleika við juniormeistaralæru,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri í Danmark.

Millum spurdu lærararnar siga 70 prosent av teimum, sum undirvísa í øðrum flokki, at næmingarnir eru meiri hugbundnir, tá ið ymiskt verkligt er í undirvísingini. Í áttanda flokki siga 42 prosent av lærarunum tað sama; tó eru tað bara millum 16 og 20 prosent av lærarunum tvørtur um floksstigini, sum halda, at undirvísingin í stóran ella ógviliga stóra mun fær næmingarnar at arbeiða praktiskt-fakligt við at gera ymiskt, so sum modell, leikhúsbrot ella video. Líknandi upplivingar síggjast í svarunum hjá næmingunum. Samlað siga 60 prosent av næmingunum, at teir ongantíð ella næstan ongantíð arbeiða við at gera eitt produkt.

Samstundis er stórur munur á, hvussu nógv arbeitt verður við rørslu millum yngstu og elstu næmingarnar. Bara 6 prosent av lærarunum í áttanda flokki halda, at teir í stóran mun ella ógviliga stóran mun arbeiða við rørslu í undirvísingini í bókligu lærugreinunum, meðan tað er galdandi fyri 23 prosent í øðrum flokki.

Verklig undirvísing

Kanningin snýr seg um tað fak-verkliga í undirvísingini við støði í upplivingum hjá næmingum, lærarum og námsfrøðingum. Fak-verkligt skal skiljast sum undirvísing, ið fatar um verkligt og kropsligt virksemi, uppgávur, sum eru grundaðar á at loysa trupulleikar, umframt at framleiða ymsar lutir. Fak-verklig undirvísing er eitt ískoyti til motiverandi undirvísing, tí hon teingir ástøði við veruleikanærar royndir. Hon styrkir motivatiónina hjá næmingum, leggur upp fyri, at næmingar læra á ymsan hátt og knýtir samband millum skúlan og heimin uttan fyri skúlan.

Úrslitini vísa eitt nú, at:

- 70 prosent av lærarunum at næmingunum í øðrum flokki og 42 prosent av næmingunum í áttanda flokki uppliva, at verkligt virksemi í stóran ella ógviliga stóra mun førir til størri innliving og hugbinding í undirvísingini.
- Talið av lærarum, sum leggja undirvísingina til rættis við at draga ymsa rørslu inn, minkar úr 23 prosentum í øðrum flokki til 6 prosent í áttanda flokki.
- 52 prosent av næmingunum í sætta flokki og 43 prosent í áttanda flokki eru samdir ella ógviliga samdir í, at lærari teirra leggur seg eftir at hava fjølbroytta undirvísing.
- 52 prosent av lærarunum uppliva, at verkligt virksemi ger tað lættari fyri næmingarnar at minnast tað, teir lærdu.

Um kanningina

Grundskolepanelet er kanning grundað á spurnabløð, sum lærarar, leiðarar, námsfrøðingar og næmingar í fjórða, sætta og áttanda flokki í 180 fólkaskúlum og 57 privatskúlum svara. Talan er um 548 leiðarar, 587 námsfrøðingar, 1.941 lærarar og 17.168 næmingar. Kanningin verður gjørd annaðhvørt ár.

Kelda: uvm.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni