Tíðindi

Næmingar lesa helst á føroyskum

At næmingar í Føroyum helst lesa á føroyskum kemur fram í báðum lesivanakanningunum, sum eru gjørdar

02.03.2023

Kvalitativa lesivanakanningin, sum var almannakunngjørd síðsta heyst, endurspeglar tað, sum kemur fram í kvantitativu kanningini frá 2017-2018, nevniliga, at flestu næmingum dámar best at lesa á føroyskum.

Teir siga til dømis:

“Lesi mest føroyskum, ikki so nógv á donskum, tí tað dámar mær ikki væl; eg lesi meiri á enskum enn donskum.”

“Nei, eg lesi næstan bara føroyskt.”

“Føroyskt. Á google lesi eg mest danskt.”

“Í skúlanum lesa vit eisini danskt og enskt, men mær dámar best at lesa á føroyskum.”

Danskt er ikki útdeytt millum børn, summi lesa danskt, tí tey lesa Jumbo-bøkur og Anders And, og tí at tey eiga nógvar danskar bøkur ella hava atgongd til tær, men enskt hevur yvirhálað danskt á øðrum plássi, so sum nógv hevur bent á í nøkur ár.

“Í skúlanum lesi eg bara føroyskt, men heima lesi eg nógv danskt, tí vit eiga ræðuliga nógvar danskar bøkur. Enskt lesi eg meiri á telefonini og telduni. Vit eiga ikki nógvar bøkur á enskum.”

Var tað ikki fyri Anders And og Jumbo-bøkur, er spurningurin, hvussu nógv hevði verið lisið á donskum millum børn, tí tá ið tey verða spurd, hvat tey lesa á donskum, eru tað hesar, tey flestu nevna. Hví hesar, vórðu tey spurd; tí tær eru stuttligar, siga tey.

Kvalitativa lesivanakanningin er samrøður við børn í sætta flokki kring alt landið í 19 flokkum í 12 skúlum; sætta floks næmingar eru valdir burturúr, tí tann kvantitativa kanningin vísti, at tað er umleið tá, at hugurin at lesa minkar munandi, um somu tíð sum nýtslan av øðrum miðlum veksur. Í kvantitativu kanningini vóru tað allir næmingarnir í 4., 6. og 9. flokki í skúlunum kring alt landið, sum svaraðu spurnablaði.

Høvuðsúrslitið av kvalitativu lesivanakanningini er, at spennið er sera vítt ímillum flokkar og tær avbjóðingarnar, sum fáa næmingarnir í skúlunum. Næmingar siga seg lesa lítið í frítíðini og hava lítið samband við skaldskap. Í nógvum førum minnir eingin tey á at lesa. Tey hava ilt við at finna eina bók, ið teir tíma og megna at lesa; somuleiðs siga fleiri, at tey makta ikki at lesa eina heila bók. Flætta vit hetta saman við úrslitunum í kvantitativu kanningini frá 2017/18, so kunnu vit siga, at børn í dag – frá 4. flokki at rokna – lesa minni og minni, eldri tey verða – og at tey sum heild lesa lítið. Og hetta hendir, hóast tað ongantíð áður hevur verið so stórt fokus á týdningin at lesa, bæði í skúla og heima.

Tað eru Sissal M. Rasmussen, ph.d. og adjunktur á Føroyamálsdeildini, Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari, skúlabókavørður og BA og MA í føroyskum máli og bókmentum, og Turið Kjølbro, cand.phil í bókmentum og máli og ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava tikið stig til og gjørt kvalitativu lesivanakanningina. Frágreiðingin kann verða lisin á heimasíðuni hjá Málmenning:

https://www.malmenning.fo/wp-content/uploads/2022/11/lesivanakanning2022.pdf

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni