Tíðindi

Námsferð og starvsvenjing

Sum kunnugt fer ikki øll skúlatíðin fram sum vanlig floksundirvísing í skúlunum nú á døgum, og gott tað sama, hóast alt við máta. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

06.10.2025

Hvat og hvussu tað verður gjørt, er sjálvsagt ymiskt frá skúla til skúla og frá deild til deild. Tó hava flestu hádeildir eitt nú setursskúlar, royndir og próvtøku, verkætlanir, synopsur, trivnaðarátøk, starvsvenjing, og summir skúlar hava eisini uttanlandstúr á skránni.

Sjálvur var eg á námsferð saman við fýra øðrum lærarum í Íslands við 9. flokki fyri viku síðani. 55 næmingar vóru við, har siglt var aftur og fram við Norrønu, og vit høvdu buss við úr Føroyum, sum, løgið nokk, var nógv bíligari enn at leiga buss í Íslandi. Hóast vit bert vóru góð trý døgn burturi, var túrurin væl eydnaður í allar mátar. Í landi upplivdu vit ymisk og koyrdu runt á Eysturlandinum, har vit eitt nú eisini gingu niðan á Hangifoss og svumu í baðilandinum Vøk. Slíkur túrur kann avgjørt viðmælast, tí hann er ikki ov langur, tryggur og avgjørt sámiligur í prísi. Støðið og tænastan er eisini góð umborð á Norrønu, góð kømur og góður matur, umframt at siglitúrurin er góður fyri tað sosiala. Tað, sum eitt nú var stak positivt at síggja, var, at ikki minst næmingarnir við einhvørjari serligari avbjóðing, eitt nú autismu, ADHD ella líknandi, høvdu eina stak góða uppliving. Ja, fleiri av teimum vóru við til at binda alt saman sosialt og á annan hátt, við teirra skemtiliga, herliga og spontana máta at vera uppá. Slíkt er tað tíverri sjáldan pláss til í vanligari undirvísing, men á slíkum túri er øðrvísi.    

Næmingar fóru so beinleiðis í starvsvenjing eftir Íslandstúrin.

Sum vanligt fara næmingar í 9. og 10. flokki í starvsvenjing í tvær vikur bæði árini. Nær teir fara, er ymiskt, alt eftir hvørjum skúla teir ganga á. Tað er størsta partin av árinum, at  næmingar úr onkrum skúla eru í starvsvenjing. Tað má so vera, tí arbeiðsmarknaðurin klárar sjálvsagt ikki at taka ímóti øllum næmingunum í senn. Eini 1.000 næmingar er helst talan um. Tí verður sum vera man spjatt út á árið.

Tað er partur av starvsøkinum hjá ávísum lærara at umsita og finna starvslærupláss. Í okkara skúla samstarva vit við ein 100 arbeiðspláss, men næmingunum stendur eisini frítt í boði at finna okkurt pláss sjálvi. Hetta gjørdu nógv, og tað lætti væl um, tí ikki er altíð so lætt at finna pláss til øll, samsvarandi teirra ynskjum.

Seinnu vikuna av starvslærutíðini plaga vit flokslærarar at fara út at vitja arbeiðsplássini, har næmingarnir eru. Vit heilsa sjálvsagt upp á teir og spyrja, hvussu gongur, og spyrja eisini arbeiðsplássið, um tey møta upp sum avtalað og royna sítt besta, umframt at vit eisini takka arbeiðsplássinum fyri, at tey taka næmingar frá okkum. Tað gleðiliga er, at í allar flestu førum eru afturmeldingarnar frá arbeiðsplássunum sera jaligar. Næmingarnir eru bæði ídnir, nærlagdir, møta væl upp og royna sítt besta, verður sagt. Ja, tað er avgjørt ein av teimum hugalig og jaligu uppgávunum, tú hevur sum lærari at vitja næmingar í starvsvenjing. Sjálvsagt ber tað ikki til í øllum førum. Eitt nú tá ið næmingarnir eru á sjónum ella ov langt burturi. Summir fara enntá eisini uttanlands. Tá ringja vit og spyrja, hvussu hevur gingið.

Annars er starvsvenjingin nakað øðrvísi í øðrum londum enn hjá okkum. Eitt nú í Danmark, har skipanin eisini nýliga er broytt. Nú skulu allir næmingar har í starvsvenjing frá 7.-9. flokki, men bert í eina viku hvørja ferð. Tað kundi verið umhugsað, um onkur dagføring av okkara starvsvenjing eisini var skilagóð. Eg hugsi um ikki eisini 8. flokkur eisini kundi sloppið upp í part, sum var vanligt fyri nakað nógvum árum síðani. Men ein vika er ov lítið hvørja ferð, tvær vikur er meira hóskandi.

9. flokkur hjá okkum kemur so aftur í skúla eftir heystfrítíðina, eftir fýra vikum uttan vanliga floksundirvísing. Men vónandi tó við góðum royndum og lærdómi í viðførinum, væl motiveraðir og klárir til vanliga undirvísing aftur. Livst so spyrt.  

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni