Tíðindi

Neyðug at eftirmeta førleikastovurnar

Tørvur er á at eftirmeta bygnaðin av førleikastovunum, í øllum førum tá ið talan er um, hvussu lærararnir, ið eru knýttir at førleikastovuni, verða løntir. Tað heldur Annika K. Joensen, forkvinna í Orðblindalærarafelagnum.

30.06.2025

Førleikastovurnar, sum nú hava nøkur ár á baki, hava verið stórt frambrot í fólkaskúlanum. Á førleikastovunum verður ymiski serkunnleikin hjá lærarum savnaður til gagns fyri næmingin. Annika K. Joensen heldur kortini, at tørvur er á at eftirmeta bygnaðin av førleikastovunum, í øllum førum tá ið talan er um, hvussu lærararnir, ið eru knýttir at førleikastovuni, verða løntir.

- Vit, sum hava tikið eftirútbúgving ella førleikamennandi ískoytisútbúgving, fáa lítla og onga viðbót fyri tað. Leiðarin á førleikastovuni er vanliga ein, sum hevur tikið førleikamennandi útbúgving, upprunaliga var hetta ein serlærari, men sum eg skilji tað, er tað ikki soleiðis í øllum skúlum. Leiðarin fær eyka viðbót at vera leiðari á førleikastovuni, men skrivarin á førleikastovuni, sum upprunaliga var lesivegleiðarin, er tann, sum skal lýsa øll mál, ið verða viðgjørd á førleikastovuni, fær einki. Tað er óskiljandi, tí tað er ein ógviliga ábyrgdarfull uppgáva at vera skrivari, og av teimum tillutaðu tímunum, sum frammanundan eru alt ov fáir, fer eisini tíð til at vera skrivari. Tað er eisini óskiljandi, at niðurskurðurin, sum lærarar eldri enn 60 ár fáa, ikki fevnir um okkum, sum taka á okkum seruppgávur í fólkaskúlanum, tí niðurskurðurin fevnir bara um undirvísingartíð, ikki aðrar uppgávur. Tað eggjar ikki lærarum at taka á seg aðrar uppgávur enn undirvísing eftir at teir eru vorðnir 60, og tað er ein trupulleiki, tí ein stórur partur av teimum, sum hava eftirútbúgving, eru eldri enn 60. So tíð, løn, niðurskurður og arbeiðsumstøður eru viðurskifti, ið eiga at betrast í førleikastovuni.

Tað eru eingi almenn tøl, sum siga, hvussu nógv okkara eru orðblind, men tølini, sum verða brúkt altjóða, eru, at umleið 5-7 prosent av fólkinum hava orðblindi ella eru ógviliga lesiveik. Hesi tølini heldur Annika K. Joensen, at vit skulu halda okkum til, hóast nýggj kanning í Danmark hevur víst, at upp til eini 12 prosent eru orðblind. Stór óvissa er í teimum tølunum, er Annika K. Joensen sannførd um.

- Ofta sæst at umleið ein-tveir næmingar í hvørjum flokki við umleið 20 næmingum hava orðblindi ella eru lesiveikir.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni