Tíðindi
01.05.2025
Leygardagin var aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Tað var longu undan fundinum greitt, at somu fólk halda fram í nevndini, tí eingi onnur buðu seg fram. Jacob Eli S. Olsen fer nú undir nýtt trý ára skeið sum formaður. Hann hevur staðið á odda fyri felagnum í seks ár.
Nevndin hevur annars skipað seg við Tórhalli við Gil sum næstformanni, Jonu Højsted sum kassameistara, Eyðbjarti S. Skaalum sum skrivara og Bergi Samuelsen sum nevndarlimi.
Mynd: Ólavur Frederiksen