Tíðindi

Nýggjar serstovur og heimastovur í Skúlanum á Giljanesi

Fyri stuttum tók Skúlin á Giljanesi fleiri nýggjar stovur í nýtslu. Hetta fer at gera umstøðurnar hjá næmingum og lærarum nógv betri, sigur skúlastjórin.

15.11.2023

Nýggjar serstovur til náttúru og tøkni/lívfrøði, handarbeiði, evning, tónleik, køk, alis- og evnafrøði eru nýliga tiknar í nýtslu í Skúlanum á Giljanesi. Harumframt eru fýra heimastovur, nýggj lærarastova og bólkarúm eisini komið aftrat. Hetta er annað byggistig eftir tað stóra fyrsta byggistigið, tá ið nýggju karmarnir á Giljanesi vórðu tiknir í nýtslu í mars 2014.

Nýggju serstovurnar fara at hava sera stóra ávirkan á dagligu skúlagongdina, tí skúlin hevur ikki havt serstovur til handarbeiði, evning og náttúru og tøkni.

- Vit eru ógvuliga spent at taka nýggju hølini í nýtslu. Av tí at vit ikki eru von at hava so góðar karmar til júst hesar lærugreinirnar, eru bæði lærarar og næmingar eitt sindur leitandi í byrjanini. Vit skulu læra okkum at brúka hølini. Og av tí at vit so leingi hava havt so lítið pláss til hesar lærugreinirnar og umstøðurnar ikki hava verið so góðar, hava vit ikki so nógv tilfar, so enn eru stovurnar eitt sindur tómar. Øll í skúlanum, bæði næmingar og lærarar skulu venja seg við góðu umstøðurnar og hentleikarnar, sum vit nú hava fingið, sigur Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi.- 

Enn er allur skúlin ikki savnaður. Fyrsti og annar flokkur ganga í skúlanum í Miðvági (sum er ein deild undir skúlanum á Giljanesi) og restin frá 3. flokki til 10. flokk ganga í Skúlanum á Giljanesi. Tá arbeitt varð við at útbyggja skúlan, vóru ætlanirnar ein skúli, sum savnaði allan skúlan á Giljanesi. Men fíggjarviðurskifti gjørdu, at ætlanin varð býtt sundur í 3. og 4. byggistig.

Vónandi gongur ikki rúm tíð, til farið verður undir tað triða byggistigið, sum savnar allan skúlan á Giljanesi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni