Tíðindi

Nú er námsætlanin um kvøðing komin

Í farnu viku var námsætlanin í kravda undirvísingarevninum kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi góðkend. Hon kemur í gildi 1. august 2024.

07.06.2024

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur góðkent námsætlanina í kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi komin. Hon kemur í gildi eftir summarfrítíðina.

Nám hevur gjørt námsætlanina og tilhoyrandi leiðbeining í samstarvi við Elin Mariu Ó. Olsen og Jónleif Johannesen, lærarar. Námsætlanin var til hoyringar hjá skúlum og øðrum viðkomandi stovnum í vár.

Námsætlanin er knýtt at støðisnámsætlanini, sum kom í gildi 1. august 2023.

Føroyski dansurin er í tí hepnu støðu, at hann í fleiri enn 25 ár hevur verið kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum. Kvæðahugaðir lærarar hava leingi víst á, at tað hevur stóran týdning at fáa námsætlan, um dansinum skal verða lív lagað.

Kelda: https://namsaetlanir.fo/namsaetlanartidindi/kvaedamentan-kvoeding-og-foeroyskur-dansur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.