Tíðindi

Nýtt undirvísingartilfar um góða felagsskapin

Nýtt undirvísingartilfar til fólkaskúlan og flokkar á miðnámi hevur til endamáls at menna og styrkja næmingarnar og góða felagsskapin.

11.06.2024

Hvørjar eru tínar styrkir?

Tann spurningin setir Nám í umfar í vár, tá nýtt undirvísingartilfar verður tókt til fólkaskúlan og flokkar á miðnámi.

Talan er um tríggjar bøkur undir felags heitinum mennandi sálarfrøði og um tvey spøl, sum varpa ljós á styrkir og ymiskleikar hjá næmingum.

Ástøðin handan bøkurnar og spælið tekur støðið í teirri positivu og mennandi sálarfrøðini, sum altjóða viðurkendi granskarin Martin Seligman legði grundvøll undir.

Fyrst í hesi øldini, tað var í 2001, stovnaði hann ein bólk við 55 altjóða granskarum við tí endamáli at kanna, hvussu til ber at hjálpa ungum at fremja sínar menningarmøguleikar í verki. Úrslitið leiddi til víðari gransking, sum er komin til ta niðurstøðu, at menniskjan hevur 24 ymsar íbornar styrkir, sum í størri ella minni mun koma til sjóndar og eru leysar av heimlandi, máli, mentan og átrúnaði. Tað hevur fingið granskarar at halda, at styrkirnar eru íbornar og universellar. 

Tóra Petersen er útbúgvin sálarfrøðingur og starvast dagliga sum trivnaðarráðgevi á Námi.

- Eitt týðandi sjónarmið í positivari og mennandi sálarfrøði er, at jú meiri vit gerast tilvitað um og leggja dent á styrkir og virðir hjá okkum sjálvum og øðrum, jú betur duga vit at fáa styrkir og virðir í spæl til gagns fyri einstaklingin og felagsskapin. Tey, sum hava ment spælið, siga, at tað økir um trivnað og inklusjón, tað skapar góð sambond og flokkar, har happing ikki er ein trupulleiki, og so fremur tað góða sjálvsfatan og stimbrar sjálvsvirðið hjá einstaka næminginum, sigur hon.

Talan er um útlendskt upprunatilfar, sum er týtt til føroyskt úr donskum og lagað til heimlig viðurskifti. Í sambandi við verkætlanina hevur Nám samstarvað við danska Styrkeakademiet, sum varð stovnað í 2010 og fæst við positiva og mennandi sálarfrøði.

Bøkurnar og spælið byggja á tær 24 styrkirnar, sum eru býttar í seks ymsar høvuðsbólkar. Hvør bólkur hevur eina yvirskift, sum dregur saman um tær tilhoyrandi styrkirnar og litirnar, sum umboða hvørja styrki. Yvirskriftirnar eru vísdómur, sosialt medvit, góðska, treysti, rættvísi og hóvsemi.

Tað er Gunvá Magnussen, ritstjóri á Námi, sum hevur stjórnað og staðið á odda fyri arbeiðinum. Hon heldur, at talan er um ógvuliga gott tilfar, sum hóskar seg væl, tí tað mennir og kveikir førleikarnar hjá næmingunum at eygleiða styrkirnar – bæði sínar egnu, men eisini styrkirnar hjá øðrum í flokkinum.

- Tey flestu munnu kennast við týdningin í orðingini um klovnin í flokkinum. Men at vera klovnur eina løtu nýtist ikki neyðturviliga at hava ein neiligan týdning. Tað kann merkja at hava serliga góðar gávur og eginleikar at duga at skemta. Spurningurin er bara í hvønn mun og hvussu leingi skemtið skal vera ráðandi og um ella nær aðrar dygdir skulu sleppa framat, sigur Gunvá Magnussen.

Tilfarið er skipað soleiðis, at tað samsvarar ymsu floksstigunum. Fyrsta bókin er ætlað næmingum í grunddeildini í fólkaskúlanum, tað eru næmingar frá 1. til og við 3. flokk. Onnur bókin er stílað miðdeildini, sum eru næmingar frá 4. til og við 6. flokk. Og tann triðja bókin er til næmingar í hádeildini og á miðnámi, tað eru næmingar frá 7. flokki og uppeftir.

Ein vegleiðing til læraran fylgir við hvørjari útgávu. Ástøðiligi parturin greinar tær 24 styrkirnar, og í tí verkliga partinum verður dentur lagdur á, hvussu uppgávurnar kunnu loysast og fremjast í verki.  

Umframt bókliga partin og spølini, sum fylgja við, eru eisini films- og sjónbandabrot tøk á heimasíðuni hjá danska Styrkeakademiet, ið kunnu veita næmingum og lærarum kveikjandi íblástur.

Tað er Pálin Olsen, lesivegleiðari og lærari í føroyskum í Runavíkar Kommunuskúla, sum hevur týtt nýggja undirvísingartilfarið til føroyskt.

Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 2, 2024. Mynd: Heini Nygaard.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.