Tíðindi

Nógv faklig áfylling

Í sambandi við ársfundin hjá SSP í Danmark varð skipað fyri ráðstevnu við mongum áhugaverdum framløgum og fyrilestrum. Týdningarmikil orsøk at taka lut í hesi árligu ráðstevnu er m.a. førleikamenning, fyribyrging, at vitanardeila og eisini at styrkja SSP-samstarvið.

21.06.2024

Á breddanum í Føroyum er m.a. skíggjanýtsla og áheitanir um tiltøk til frama fyri børn. Á ráðstevnuni í sambandi við ársfundin vóru eisini framløgur um avbjóðingar og vandar, tá ið børn og ung eru einsamøll á netinum.

Vaksin eiga at seta sær fyri at fylgja við í tí, ið barnið nýtir skíggjar til. Vit eiga eisini at gera okkara til at talgildisbúgva børn okkara: “Ver um barnið og kenn nýtsluna á netinum.” Tøkni er hent amboð til mangt og tíverri eisini hent amboð hjá teimum, ið vilja gera fortreð.

Vit kunnu gera ymsar fyriskipanir, eitt nú at børn og ung nýta skíggjar og net í minni mun, men samstundis eiga vit eisini at talgildisbúgva yngra ættarliðið, soleiðis at tey læra seg at nýta tøkni á skynsaman hátt – nakað tað sama sum, at krav er til bæði teori og praksis, tá ið vit skulu hava eitthvørt koyrikort. Á ráðstevnuni varð m.a. víst til www.densikreside.dk, ið heilt víst kundi verið áhugaverd hjá bæði Námi og BUMR/UVS at arbeitt við aftrat tilfarinum, ið SSP hevur á netinum: Ferðast á netinum - SSP.

Tíverri er lítil dentur lagdur á at læra okkum í eldra ættarliðnum, hvussu vit skikka okkum á netinum. Tó at øll vita, at lógir eru, vísir løgreglan á, at tað hevur lítla ávirkan á lógarbrot, at revsingarnar verða herdar. Men tá ið sagt verður frá (fráboðað/meldað), kann ávís revsing setast í verk.

SSP-mælir til, at vit hugsavna okkum um trivnað og at savna góð minni saman. Vit síggja í Trivnaðarkanningini 2023, at 83 % av børnum og ungum trívast, og vit hava øll eina felags ábyrgd at stuðla hinum 17 %, soleiðis at tey eisini trívast. Tí vil SSP styrkja sjálvstamarhald og trivnaðin, styðja upp undir, at øll børn og ung eru á “beinari kós”, og at tey, ið hava tørv á tí, verða hjálpt aftur á beint. Tá ið SSP leggur dent á verndarfaktorar, er hetta við tí sama í huga, at megna sjálvstamarhald og skapa góðan trivnað.

Á donsku ráðstevnuni legði POP (Politiets Online Patrulje) eisini fram um sítt arbeiði. Politistar í Føroyum vóru eisini við á ráðstevnuni og fingu tí ítøkiligt innlit í møguleikar og loysnir. Arbeiðsumstøðurnar eru ymiskar, og arbeiðsøkini eru ymisk í Føroyum og í Danmark, men tíverri eru rákini tey somu, at grooming og kriminalitetur á netinum er bæði vaksandi og avbjóðandi. Tí kappaðust næmingar júst í hesum evnum undir yvirskriftini “Talgildur harðskapur”, ið lýst er á www.tid.fo, har vinnarafilmurin í ár er úr Vestmanna skúla.

Aftrat avbjóðingum á netinum verður eisini nógv gjørt burtur úr at vísa børnum og ungum á samveru í rúsfríum hugnaløtum. Endaveitslur verða skipaðar, har mint verður á aldursmark og samstundis at skapa positivar upplivingar, har dentur verður lagdur á, at hvørki rúsdrekka ella rúsevni eru partur. Hetta gjørdu fyrireikarar ítøkiliga við, at luttakararnir á ársfundinum fingu uppskot til rúsfrían veitsluhugna bæði til borðhaldið og eftir borðhaldið.

SSP-lærarar, skúlaleiðarar, barnaverndartænastur, Kommunufelagið, politi og SSP-ráðgevingin vóru við á ársfundinum í ár, og eftir ætlan fara hesi, sum tóku lut, at taka samanum og eftirmeta, umframt at bera nýggju vitanina út í SSP-økini. Vónandi kann kunningin og vitanin styðja upp undir størri luttøku komandi ár. Ráðstevnan verður aftur skipað dagarnar 8.-10. apríl 2025. Tó at skráin ikki er tøk enn, verður heilt vist talan um innihald, ið bæði er viðkomandi fyri SSP-lærarar, politi, skúlaleiðarar, barnavernd, ungdómshús, Kommunufelagið, UVS, BUMR, Nám, Fólkaheilsustýrið og sjálvsagt eisini politikarar og onnur, ið ynskja øllum børnum og ungum bestu umstøður.

Aftrat møguleikanum at dagføra vitan er júst hetta tiltakið eisini týdningarmikil lutur at knýta bond og styrkja samstarvið tvørgreinaliga millum ymsu partarnar, ið nevndir verða, tá ið um ræður at skapa góðar og tryggar samfelagsligar karmar.

Umrøða frá SSP-ráðgevingini í Skúlablað nr 3, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni